Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð

SKRIVAÐ: Regin Jacobsen  |  24.12.2025 - 07:34 Lesarabrøv Vinna

Bakkafrost hevur í áratíggju víst samhaldsfesti við at byggja og virka kring alt landið, keypa lokalt og menna føroyska vinnu. Arbeiðspláss, virðisskapan og búseting hanga saman

 

Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

Í kjakinum um Eysturlund og Havsbrún er neyðugt at rættleiða nøkur grundleggjandi viðurskifti:

Í botn og grund snýr hetta seg um at verja føroysku arbeiðsplássini og tryggja, at føroyskt vinnulív ikki missir kappingarføri mótvegis útlandinum. Vit vilja Føroyum væl – og tí taka vit ábyrgd.

Havsbrún verður ikki flutt av landinum.
Tvørturímóti verður arbeitt miðvíst fyri at varðveita og menna føroyska framleiðslu. Men tað krevur, at karmarnir eru soleiðis skipaðir, at føroyskar fyritøkur hava minst líka góðar treytir sum útlendskir kappingarneytar.

Verða lagdar tyngri byrðar á føroyska framleiðslu – í formi av eyka avgjøldum og kostnaði, sum eru hægri enn hjá teimum, vit kappast ímóti – ja, so er ein veruligur vandi fyri, at arbeiðspláss fara úr Føroyum, hóast viljin er at verða her, tí skipini fara har, sum prísurin er hægstur.

 

Samhaldsfesti – vendir rætt
Samhaldsfesti verður í hesum máli koppa á høvdið.
Eysturlund snýr seg nevniliga um at taka ábyrgd og tryggja mong ymisk atlit vegna Føroyar.

SEV nýtist ikki at brúka hundraðtals milliónir í íløgum bara til Havsbrún. Tað eru nógv onnur átøk í Føroyum, har SEV eisini hevur tørv á at nýta sín íløgukapital. Tí snýr hetta seg ikki um serviðgerð, men um at finna eina loysn, sum er bæði samhaldsføst og fíggjarliga haldfør, og sum samstundis stuðlar grøna orkuskiftinum og verjir føroyskt vinnulív.

 

Eysturlund – ein grøn, men krevjandi loysn
Effo hevur søkt um at gera vindmyllulundina Eysturlund til Havsbrún, so verksmiðjan kann gerast grønari og gevast við at brúka tungolju. Hetta er eitt skilagott og neyðugt stig í orkuskiftinum, sum nógv taka undir við.

Spurningurin er ikki, um orkuskiftið skal fremjast, men hvussu. Um grønar verkætlanir skulu gerast veruleiki í Føroyum, mugu tær skipast soleiðis, at tær eisini hanga saman fíggjarliga – annars verða tær ongantíð framdar.

 

SEV og samhaldsfesti – fakta í miðdepilin
SEV er kommunal ogn – ogn hjá okkum øllum. Vit hava valt eitt samhaldsfast elnet, har prísurin er tann sami, uttan mun til bústað.

Men eitt avgerandi faktum manglar ofta í kjakinum:
SEV hevur í dag ikki flutningskáplar, sum kunnu føra tann mátt, ið Eysturlund fer at framleiða, til Fuglafjørð. Tørvurin er fleiri ferðir størri enn tað, sum verandi káplar megna at føra.

Tí krevst munandi íløga í nýggjar og sterkari flutningskáplar, sum í veruleikanum verða bygdir serstakt til hetta endamál. Hetta er ikki ein almenn netútbygging, sum gagnar stórum økjum í landinum, men ein avmarkað íløga knýtt at eini ávísari verkætlan.

Kjarnin í kjakinum er tí henda:
Hvussu skipa vit orkuskiftið, so tað bæði er samhaldsfast, haldført og tryggjar, at føroyskt vinnulív ikki missir kappingarføri?

Samstundis mugu vit minnast til at íløgutørvurin í orkuskiftið verður ovurstórur komandi árini. Hvørki SEV, Effo, LÍv ella Bakkafrost megna einsamøll at lyfta ta ovurhonds stóru uppgávu, vit standa frammanfyri.

Tí eigur politiski mynduleikin at hugsa seg væl um og tryggja greiðar og haldførar skipanir. Eitt dømi kann vera at umhugsa hvør t.d. skal tryggja ovurhonds stóru íløgurnar í  skipanarberandi tænastur. Hvørjar ábyrgdir kunnu hóskandi leggjast hjá øðrum áhugapørtum, so orkuskiftið verður framt á ein skipaðan og skilagóðan hátt har mong lyfta í felag.

 

Samhaldsfesti í verki – Bakkafrost tekur ábyrgd
Tað er vert at leggja dent á, at Bakkafrost tekur samfelagsábyrgd og samhaldsfesti í stórum álvara við at vilja átaka sær hesa verkætlan.

Hetta er ikki tann lættasta loysnin. Nógv lættari hevði verið einki at gjørt, at hildið fram við verandi orkuskipan og latið vera við at taka ein stóran íløgu- og verkætlanarváða.

Men Bakkafrost velur eina aðra leið – tí vit trúgva uppá, at føroyskt vinnulív hevur eina ábyrgd at vera við til at lyfta stóra takið, sum orkuskiftið í Føroyum er. Tað kostar, og tað krevur langtíðar planlegging, men tað er ein ábyrgd, vit taka á okkum.

Hetta er samhaldsfesti í verki – ikki bara í orðum.

 

Ein felags uppgáva
SEV hevur boðað frá, at fyri at fremja tær ætlaðu íløgurnar komandi árini er neyðugt at hækka streymprísin. Í tí ljósinum er tað rímiligt at spyrja, um tað ikki hevði verið ógvuliga øvugt at leggja fleiri hundrað milliónir krónur omaná hesa íløgu – einans fyri at nøkta tørvin hjá Havsbrún, sum í dag verður dekkaður við tungolju – og síðani noyðast at hækka streymprísin enn meira fyri allar borgarar og vinnu.

Landsmyndugleikarnir hava greitt víst á, at orkuskiftið í Føroyum er ein stór samfelagslig uppgáva, og at vinnan eisini eigur at taka lut í at lyfta hetta takið, um vit skulu røkka okkara grønu málum.

Nú ræður um at finna eina loysn, har ábyrgd, samhaldsfesti og orkuskifti ganga hond í hond – uttan at seta arbeiðspláss og virðisskapan í Føroyum í vanda.

 

Føroyskar fyritøkur til frama fyri Føroyar
Bakkafrost hevur í áratíggju víst samhaldsfesti við at byggja og virka kring alt landið, keypa lokalt og menna føroyska vinnu. Arbeiðspláss, virðisskapan og búseting hanga saman.

Við at arbeiða fyri eini grønum, men haldførum orkuloysn til Havsbrún, er málið greitt:
at verja føroysku arbeiðsplássini, tryggja kappingarføri og skapa eina burðardygga framtíð her heima.

Vit vilja orkuskiftið.
Vit vilja samhaldsfesti.
Og vit vilja Føroyar.

 

Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár ynski eg øllum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veet…
Svimji­felagið NEPTUN
Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo
Jóla­heilsan frá Heimdal R
Jólatónar á Biskupstorgi
Jóla­heilsan Polar Arfivik
Eirikur: Samráðingar­nar hava gingið væl
Matvørubreytin gjørdi nógv burturúr jóla…
Jóla­heilsan frá Sjóborg
Jóla­heilsan Saeborg
Jóla­heilsan frá Havila Troll
Heiðraðu starvs­fólk á Føroya Bjór