Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Nógv er framt, og annað spennandi stendur fyri framman!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.12.2025 - 13:06 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Soleiðis sigur Karl Johansen, borgarstjóri, nú hann tekur samanum fyrsta árið hjá sitandi býráði.

 

(Grein úr blað nr. 11 tann 19. desember)

 

- Árið fer at halla, og vit byrja so smátt at gera upp, hvat er nátt og hvat er í væntu.

- Fyri aðruferð havi eg fingið fornemmu uppgávuna at standa á odda fyri menningini hjá Klaksvíkar kommunu. Hesum eri eg bæði eyðmjúkur og errin av.

- Í býráðnum hava vit hetta fyrsta árið fótað okkum, og sett kós fyri einum fýra ára valskeiði, samstundis, sum vit hava avrikað eina røð av góðum málum.

 

Bústaðir

- Í longri tíð hevur tørvur verið á einum meira fjølbroyttum bústaðarmarknaði í kommununi. Hetta hevur tí verið nakað, sum býráðið hevur havt ovaliga í síni raðfesting. Bæði í Klaksvík, men eisini á útoyggj.

- Fyrsta húsið á fyrstu útstykkingini á Fossum stendur nú í gerð, og í november samtykti býráðið einmælt at bjóða út eitt annað stórt lendi á Fossum til fleiri enn 100 bústaðir.
Í miðbýnum er byggisamtyktin eisini broytt soleiðis, at íbúðir í trimum hæddum kunnu byggjast í miðstaðarøkinum. Ein broyting, sum uttan iva fer at skapa enn meira lív í miðstaðarøkið.

- Á útoyggj hevur kommunan útvega tvey grundstykkir á Húsum og fýra í Mikladali. Grundstykkini á Húsum eru longu avløgd, meðan býráðið, áðrenn árslok, fer at taka støðu til prís á grundstykkjunum í Mikladali.

- Eftir drúgva tilgongd er ein byggisamtykt eisini samtykt fyri Svínoy. Hetta merkir, at tað nú eisini verður lættari at søkja og viðgerða komandi byggiverkætlanir (byggiloyvir) í oynni. Til komandi ár verður farið undir at planleggja útluta/sølu av grundstykkjum í Svínoy.

 

Børn og Ung

- Vit eiga til eina og hvørja tíð at skapa góðar karmar til okkara yngstu borgarar, bæði fysiskar og menniskjaligar. Tí fegnast vit um, at vit bæði hava samtykt at fara undir ein nýggjan barnagarð á Norðoyri samstundis, sum at barnagarðsstovurnar verða uppnormeraðar. Nevnast kann eisini, at fleiri útiøkir hava verið raðfest í hesum ári, umframt at farið verður undir verkætlanina at út- og umbyggja frítíðarskúlan Snjallubjallu í 2026. Somuleiðis skal útiøkið kring Húsið raðfestast í 2026, soleiðis at børn og ung fáa enn betri umstøður.  

- Arbeitt verður við at menna matarskipanina og ábøtur skulu gerast hjá barnatannrøktini, so tænastan til børnini kann gerast enn betri.  

 

Mentan skapar trivnað

- Mentanarøkið fevnir um bæði tónleik, ítrótt, list, frítíðarlív og mentan í síni heild. Hetta er eitt økið, sum er við til at skapa trivna fyri okkara borgarar, og tí hevur tað týdning, at vit áhaldandi seta pengar av til at viðlíkahalda og menna tey tilboð, sum í dag mynda okkara mentanarpall.

- Spæliplássið á Húsum er dagført við nýggjum reiggjustativ, sparkivøllurin er skiftur og gummiundirlag er lagt á økið, har spæliplássið er.

- Gólvið í KÍ-høllini er skift og nýggir benkir eru settir upp. Hornaskýlið á Djúpumýru verður avhendað fyrst í komandi ári, og peningur er settur av til Másheygg, harumframt til projektering av fimleikahøll/svimjihøll.

- Varpið hevur fingið játtað ein rakstrarstuðul, og eitt framsýningarneyst til Roespiggen II verður gjørt úti við vevskúlan.

 

Munagóð átøk á havnaøkinum

- Á havnaøkinum vera tað bæði minni og størri vinnuverkætlanir, sum koma at mynda 2026. Landstreymur skal fáast til vega til kósakajina, og ætlanin er at dagføra el-veitingina við bátahylin á Vágni. Dyping á Vági er eisini partur av ætlanini.  

- Bátahylurin á Borðoyarvík hevur nýliga fingið nýggjar bátabrúgvar, og ætlanin er eisini at fáa nýggjan bátadrátt til bátahylin á Borðoyarvík.

 

Ferðslutrygd og viðlíkahald

- Hósdagin 18. desember verður stóra verkætlanin á Kongaríkinum avhendað. Talan er um eina gamla verkætlan, sum loksins ber á mál. Borgarar í økinum kunnu gleða seg til góða atkomu og betri parkeringsviðurskiftir, umframt at verkætlanin eisini fer at gera ferðsluna á Stangavegnum munandi tryggari.

- Eitt málsøki sum hevur fylgt nógv hjá okkum hesa setuna, er nevniliga at betra um ferðslutrygdina í býnum. Vegir eru blivnir einsrættaðir, breiðkaðir, asfalteraðir og fríðkaðir við kantsteinum og øðrum. Her kann nevnast flísalegging kring Varpið, einsrættan av Bøgøtu og Nýggjavegi og breiðkan av Fornavegi og Flatnavegi á Norðoyri.

- Av øðrum kann nevnast nýtt reinsiverk á Borðoyarvík og ábøtur á gamlar kloakkleiðingar á m.a. Stoyksoyravegi og á Prestvegi.

 

Betra um tænasturnar á eldraøkinum

Borgarstjórin er stýrisformaður í Norðoya Bú – og Heimatænastu, og eisini har er tørvur á fleiri átøkum, sum taka hædd fyri, at talið av eldri borgarum er vaksið við nærum 25 % síðani yvirtøkuna av eldraøkinum í 2015.

- Fyri at styrkja enn meira um møguleikan at vera heimabúgvandi sum longst, so verður visitator tænastan frá 1. januar 2026 víðkað við einum nýggjum visitator, sum er fysioterapeutur, har tað frammanundan bert hevur verið sjúkrarøktarfrøðingur.

- Stýrið hevur somuleiðis játtað, at farast kann undir heimarehabilitering fyrst í komandi ár. Endamálið við hesi tænastu er at hjálpa borgarum, har tað ber til, at blíva sjálvhjálpnir aftur. Tí verður nógv heimahjálp sett inn at byrja við, men tillagað so hvørt, eldri borgarin hevur endurvunnið førleikar til meira sjálvbjargni.

- Á demensøkinum er eisini sett inn. Umframt at styrkja hjálpina til tann, sum verður raktur av sjúkuni, so skal tænastan framyvir eisini fevna um vegleiðing og undirvísing til avvarðandi í broytta leiklutinum sum familja, tá sjúkan rakar.

- Í summar vóru fólk á bíðilista til so at siga allar tænasturnar hjá NBH, einamest av teirri orsøk, at ov fá búpláss eru. Tí er stórur tørvur á, at fáa sett gongd í ætlaðu byggingina av einum eldradepli úti á Gravarbøi.

 

Ein býur í framdrift

- Hóast tað stundum kann tykjast sum, at mál taka ov langa tíð, so kunnu vit staðfesta at Klaksvíkar kommuna er ein kommuna í framdrift, og at viljin til at skapa og gera mun sæst á fleiri løgum. Rótin hevur latið dyrnar upp fyri einari spennandi framtíð, og um ikki alt ov langa tíð, verður eitt nýmótans hotel og nýggjur íbúðarbygningur latin upp á fremstu parket á Vágni.

- Vinnuveitarar arbeiða sum úlvur á skóg, og kappingin um at styrkja bústaðarmøguleikarnar í býnum er sterk. Hetta er gleðiligt, og er við til at leggja lunnar undir, at fólkatalið í  Klaksvíkar kommunu kann økjast soleiðis, at vit fáa ein burðardyggan vøkstur.

- Sum borgarstjóri gleðist eg um, at vit aftur í ár kunnu síggja aftur á eitt ár, har vit sum fólk savnast um tiltøk, sum skapa góðan trivna.

- Ítróttur, tónleikur og aðrar mentanarupplivingar hava alt árið savnað býin. Hesi tiltøk, sum eru knýtt at eldsálum og sjálvbodnum er tað sum skapar virði í býnum. Tað eru hesi tiltøk, sum savna okkum, og tí skal ljóða ein hjartans tøkk til øll tey, sum í sínum arbeiði og síni frítíð skapa møguleikar fyri upplivingum, sum bæði borgarar og vitjandi fáa í kommununi.  

- Tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Karl H. Johansen
borgarstjóri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veet…
Svimji­felagið NEPTUN