Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vestan og útnyrðingur vestan fara beint eftir eiðinum á Viðareiði. Vindurin er javnur, ongin hvirla, men vindferðin altíð nakað meiri enn aðrastaðni í landinum. Hesa løtuna, myndin var tikin, var ættin farin eitt sindur upp um vestan og kom beint fram við Líðini. | Mynd: Vár Hanusardóttir

Veðrið í kvøld - tað nýggjasta

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.12.2025 - 14:11 Tíðindi Veðrið

Seinastu dagarnar er boðað frá vindi til í kvøld, gamlaárskvøld. Talan er ikki um rættiligt illveður við skaðavindi, men um ov nógvan vind og avfall til at hugna sær úti við fýrverki og báli.

Lágtrýstið, sum fer at geva okkum hetta veðrið, stóð yvir Jan Mayen í nátt og gongur haðani skjótt í landsynning ímóti Vesturnoregi. Tá ið tað er tættast við okkum (klokkan 15-17), er miðjan á tí einar 250 í landnyrðing úr Fugloynni. Mesti vindurin er vestan og sunnan fyri miðjuna, og tað er tað økið, sum kemur beint aftaná og leggur seg yvir okkum í kvøld.

Vindurin er veksandi av høgari vesturætt ella útnyrðingi í løtuni. Miðalvindferðin á middegi var 10 til 15 m/s, og um eina løtu er hann komin upp í 13 til 18 m/s. Tað er samdrigið í erva, og vit hava havt ælaveður, men út á seinnapartin verður støðugt avfall, í byrjanini regn, men sum hitalagið fer niðureftir, eisini vátakavi.

Mesti vindurin er frá klokkkan 18 og út á kvøldið. Tá er ættin farin upp í útnyrðing norðan, og miðalvindferðin 15 til 20 m/s. Hvirlurnar eru ikki lættar at seta tal á, men í óstøðugari luft kunnu vit í støðum leggja helvtina afturat og koma til 30 m/s.  

Á midnátt er vindurin minkaður niður í 13 til 18 m/s.

Taka vit avfallið í kvøld, so er regn ella vátakavi fyrstu tímarnar. Millum 21 og 23 minni avfall, ælaveður. So er aftur samregn ella vátakavi út á náttina og inn í tað nýggja árið.  

Við hesum verður ynskt øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…