Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smáu Føroyar vísa Stórabretlandi vegin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2025 - 14:38 Tíðindi

Stóri bretski miðilin The Telegraph hevur í dah drúgva grein um, hvussu væl tað hevur eydnast Føroyum at ment undirstøðukervið.

Ein nýggj grein í The Telegraph setur Føroyar fram sum eina óvæntaða fyrimynd fyri Stórabretland, ið í nógv ár hevur stríðst við dýrar og seinkaðar byggiverkætlanir. Sambært blaðnum hava Føroyar seinastu 10–15 árini framt stór undirstøðukerviverkætlanir skjótt, effektivt og innan fíggjarligu karmarnar – hóast torføra náttúrugrundarlagið og lítla fólkatalið.

Í dag eru yvir 90 prosent av føroyingum bundin saman við fýra undirsjóvartunlum, harímillum Eysturoyartunnilin, sum er millum longstu í heiminum og hevur heimsins fyrsta rundkoyring undir sjónum. Tunlarnir hava stytt ferðatíðir munandi og styrkt bæði arbeiðsmarknað og búseting.

Verkætlanirnar vórðu framdar við lítlum skrivstovuveldi og slankari stýring. Bert fá fólk vóru knýtt at verkætlanunum, og kommunal góðkenning var ikki neyðug, tá landsstýrið hevði givið grønt ljós. Størsti parturin av fíggingini kom frá privatum íleggjarum gjøgnum lánsbrøv, meðan landskassin bar ein minni part og veitti trygd.

Johnny: Framburður fíggjar íløgurnar, sum skapa framburð

Formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, verður siteraður í greinini:

“Vit hava havt ein sunnan búskaparvøkstur í meira enn eitt áratíggju, serliga drigin av okkara útflutningsvinnum. Samstundis hevur landsstýrið brúkt meginpartin av teimum hægri skattainntøkunum til at dagføra okkara almenna undirstøðukervi. Undirsjóvartunnlar vóru ein høvuðsraðfesting.

Tað hevur eydnast sera væl. Verkætlanirnar eru latnar til tíðina, hóast tær vóru ómetaliga stórar í mun til støddina á landinum. Teir báðir seinastu tunlarnir svaraðu til 8–9 prosent av BTÚ, tá grønt ljós varð givið.”

Greinin vísir eisini á, at Føroyar hava eitt av heimsins lægstu arbeiðsloysi, lága almenna skuld og eitt vaksandi fólkatal – alt meðan Stórabretland stríðist við seinar loyvisgongdir og fløktar byrokratiskar skipanir. Boðskapurin er greiður: Sjálvt eitt lítið oyggjasamfelag kann loysa stórar uppgávur, um politiskur vilji, einfaldar skipanir og greið ábyrgd ganga hond í hond.

Framgongdin hjá føroyska undirsjóvartunnilsskipanini hevur vakt ans í nøkrum av teimum mest avbyrgdu økjunum í Stórabretlandi.

Shetland fylgir føroysku leiðini

The Telegraph nevnir eisini, at í Shetlands­oyggjunum hevur kommunan sett 1 millión pund í at kanna møguleikan fyri at taka føroyska tunnilskipanina til fyrimyndar og knýta fýra útoyggjar saman, sum liður í at loysa av gomlu og slítna ferjunum.

Greinin er skrivað av Eir Nolsøe, føroyskur journalistur, sum er í føstum starvi sum búskaparligur korrespondentur á bretska The Telegraph.

Greinin kann lesast her í fullum líki:

https://www.telegraph.co.uk/business/2025/12/31/faroe-islands-are-shaming-britains-building-projects/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara