Lýsing
Lýsing
Lýsing
Koltrolarin Norðbúgvin á Havnarvág. Sliskan liggur niður á lúnningina. Øskan frá kolinum fór í sliskuna og í havið. Koltrolarar brendu upp í tíggju tons av koli um samdøgurið. | Mynd: Tjóðsavnið

Norðbúgvin TN 28

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  03.01.2026 - 11:58 Tíðindi

Hans Pauli Johannesen førdi Norðbúgvan hjá pf. Uvak í seinna krígnum. Hann koyrdi nógv á og fiskaði óføra væl. Alt fyri eitt, kríggið var av, slapp hann sær upp til Bjarnoynna, har ørgrynni var av fiski, nú eingin hevði roynt har krígsárini. Teir fingu fulla last av ísfiski eftir fáum døgum og sigldu á bretska marknaðin.

 

Tá ið felagið í 1947 fekk nýggja oljukynda trolaran, Jóannes Patursson, fór Hans Pauli hjá Mortani í Hvannasundi at føra hann.

Í endurminningum sínum, bókini ”Jól á Halanum,” sigur Hans Pauli, at størsta umskiftið frá Norðbúgvanum til Jóannes Patursson var maskinan – frá kolfýring til oljufýring. Tað var ein kollvelting, ikki minst fyri teir í maskinrúminum.

Hann sigur, at tað var so ómetaliga nógv ómakaleysari bara at binda oljuslanguna í, tá ið lagt varð at bryggju, og fylla á, til tangarnir vóru fullir, enn at skula lempa kol í nógvar tímar.

Eitt var at fáa kolið umborð, sigur hann, annað at fáa øskuna fyri borð aftur. Varð skjótt fiskað tíðliga á túrinum, ráddi um at lempa kol fyri borð í sama mun, sum lastin fyltist við fiski. Tað gav nógv eykaarbeiði, og nógv kol fór fyri einki.

Hans Pauli segði eisini, at guvumegin gav róligari ferð enn dieselmotorurin, ið kom seinni. Snúningarnir vóru færri og óljóðið minni enn á motori við gearum. Guvumaskinan stygdi ikki fiskin burtur á grunnum vatni við hørðum botni, sum dieselmotorurin hevði lyndi til at gera, segði hann.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…