Lýsing
Lýsing
Lýsing
Suðuramerikanska landið Columbia kann vera tað næsta, USA leypir á. | Mynd: Britannia

Møguliga fleiri innrásir í væntu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.01.2026 - 13:07 Politikkur Tíðindi

Bert 2 dagar eftir, at USA leyp á suðuramerikanska landið Venezuela, nevnir USA møguleikan fyri at fara eitt stig víðari og eisini at gera álop á grannalandið Columbia. Og vit í ríkisfelagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark kunnu heldur ikki kenna okkum heilt trygg.

Tíðindafólk umborð á Air Force One spurdu forsetan, um álop á Colombia vóru hugsandi, og til tað segði Donald Trump, at tað kundi væl vera. Eisini hevur forsetin sagt, at hann hevur givið Mexico ein uppsang ("get your act together"). Um Cuba segði hann, at hann væntar at stjórnin har fer at falla skjótt, hvussu tað so enn skal tulkast.

Grønland um 20 dagar

USA hevur ongantíð víst aftur at brúka hernaðarvald til tess at fáa ræðið á Grønlandi, og fleiri ferðir um vikuskiftið hevur USA endurtikið, at landinum tørvar Grønland av tjóðartrygdarligum ávum. Hóast fleiri norðurlendskir og aðrir europeiskir stjórnarleiðarar hava funnist hvassliga at hóttanini úr USA um at taka Grønland, hava amerikanarar ikki látist um vón, men bert endurtikið, at teimum tørvar Grønland.  

Donald Trump bað tey, ið spurdu um Grønland, spyrja seg aftur um 20 dagar. Tá fáa vit kanska at vita, hvørjar ætlanir USA hevur við Grønlandi. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…