Lýsing
Lýsing
Lýsing
Yvirlýsingin frá 1916, sum Benny Engelbrecht vísir til, um at USA ikki mótmælir, at Danmark fær ræðið á øllum Grønlandi - men hon vísir eisini til, at Danmark selur USA tær Vestindisku Oyggjarnar. | Mynd: Benny Engelbrecht á X.

Danir vaknaðir við kaldan dreym

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.01.2026 - 15:35 Politikkur Tíðindi

Í dag sæst Benny Engelbrecht úr Socialdemokratunum í Danmark vísa á yvirlýsingina frá 1916, tá táverandi amerikanski ”Secretary of State”, Robert Lansing, skrivaðir undir uppá, at USA ikki fór at mótmæla, at Danmark víðkaði sína politisku og búskaparligu interessusferu til alt Grønland.

Tað var tann tíð, tá Danmark var eitt miðalstórt stórveldi á sjónum. Danmark hevði valdið á m.a. Vestindisku Oyggjunum, Gullstrondini (Guldkysten), Trankebar, Nikobarunum og eini røð av handilsstatiónum víða kring um. Tað var eisini í hesi kolonitíðini, at Danmark við Hans Egede á odda vann sær Grønland sum koloni ella hjáland í 1720’unum.

Men tann tíðin er nú langt síðani farin, og síðani 1949 hava danir hvílt í trúnni á, at ikki bara Danmark, men allur ríkisfelagsskapurin, verður væl vardur av NATO. Helst hava danir funnið seg ov væl til rættis á laurberjunum, tí tann núverandi amerikanska stjórnin hevur eina heilt aðra áskoðan. Hon heldur Grønland vera ov illa – ella als ikki – vart av Danmark, og hava roynt at keypt Grønland fyri at verja tað sjálv, sigur hon - og fyri at verja USA.

Bæði danir og grønlendingar hava sagt nei, men innrásin í Venezuela og eftirfylgjandi útmeldingar úr USA peika á, at amerikanarar ikki ætla sær at góðtaka tað nei’ið. Tað hevur fingið Benny Engelbrecht til knappaborið at vísa á deklaratiónina frá 1916 um, at USA metti Danmark væl kunna eiga Grønland.

Men søguligi konteksturin er, at Danmark um hetta mundið júst seldi USA tær Vestindisku Oyggjarnar fyri 25 mió. dollarar, svarandi til 663 mió. dollarar í dag ella 4,2 milliardir í okkara pengum – ella eitt sindur bíligari enn ein Suðuroyartunnil, um ein vil. At Danmark í dag ikki vil selja Grønland, og enntá viðgongur, at Grønland als ikki er teirra at selja, merkir, at støðan hjá Danmark til sølu av landslutum er broytt. Og tað kann vera orsøkin til, at USA í dag heldur ikki sær seg bundið av eini 110-ára gamlari yvirlýsing.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…
Skoyta til kl. 20 í kvøld
Danir vaknaðir við kaldan dreym
Møguliga fleiri innrásir í væntu
Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsust…
Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava f…