Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýrinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2026 - 21:59 Politikkur Tíðindi

Í kvøld er mótmælistiltak á skránni á Argjum, ið snýr seg um rættin hjá børnum at sleppa í skúla í sínum nærumhvørvi

 

Av tí tað ikki er nóg mikið av plássi/játtan, so er vandi fyri, at børn á Argjum skulu út í eysturbýin í Havn at ganga í skúla, heldur enn á tí lokala skúlanum.

Í kvøld er skriv sent til miðlarnar, har mótmælt verður avgerðini hjá landsstýrinum, ið er undirskrivað av Heidi Lava Elgeirsdóttir.

Heidi er býráðslimur í Tórshavnar kommunu vegna Tjóðveldi, men ikki nokk við tí. Eisini er hon til dagligt skrivari hjá Tjóðveldinum, har uppgávan er at ráðgeva flokkinum.

Á Facebook síðuni “JA til pláss í 1.flokki her”, er eisini eitt hvassorðað skriv dagfest 21.desember 2025, har fíggjarnevndarlimir verða skýrdir fyri at ikki ynskja høvuðsstaðarbørnum væl, tí teirra lokalpolitisku áhugamál viga tyngri enn skúlagongdin hjá hesum børnum. Í fíggjarnevndini hevur Tjóðveldi eitt umboð, ið er Dennis Holm.

Í skrivandi stund fyriskipar hon so eitt mótmælistiltak, ið hevur til endamáls at mótmæla avgerðina hjá landsstýrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…