Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandrit

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2026 - 14:26 Tíðindi

Í sambandi við komandi verkstovurnar hevur filmhúsið á sína heimasíðu sett hol á at skipa eitt yvirlit yvir ymsar ráðgevarar, ið vegleiða føroyskum filmfólki í filmkynstri. Ein av hesum er leikstjórin Sakaris Stórá

 

Filmhúsið byrjaði árið 2026 við at skipa verkstovur, ið snúgva seg um filmshandrit. At fortelja góðar og áhugaverdar søgur á føroyskum er gamal siður, sum enn sæst og hoyrist millum okkum - bæði í bókum og í filmi.  Flestu føroysku filmverkætlanir taka støði í góðum hugskotum. Kynstrið er síðani at menna hesi hugskot til eina spennandi, samanhangandi søgu, ið hóskar seg til eina audiovisuella uppliving. 

Fyrsta verkstovan verður nú um vikuskiftið, og tað verður danski høvundurin Rasmus Heisterberg, sum í løtuni undirvísir á “Den Danske Filmskole“ í Keypmannahavn, ið fer at undirvísa. Talan er um tvær verkstovur ávíkavist í januar og februar umframt persónliga ráðgeving. 

Rasmus Heisterberg varð útbúgving sum filmshandritshøvundur í 1999 og hevur síðani skrivað handrit til fleiri røðir og filmar. Harumframt hevur hann undirvíst og verið ráðgevi seinastu 25 árini og leikstjórnað ”I Blodet” fyri Profile Pictures.

Í sambandi við komandi verkstovurnar hevur filmhúsið á sína heimasíðu sett hol á at skipa eitt yvirlit yvir ymsar ráðgevarar, ið vegleiða føroyskum filmfólki í filmkynstri. Ein av hesum er leikstjórin Sakaris Stórá

Manningin í Filmhúsinum fegnast um stóra áhugan, tí skeiðið er longu fullteknað. Nærri kunning er á heimasíðuni hjá filmhúsinum. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing