Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ríkisfundur í morgin: Føroyar stuðla Grønlandi

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  13.01.2026 - 14:06 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag, 13. januar, fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar á ávegis ríkisfund og fund í samstarvsráðnum. Fundurin verður hildin í morgin, 14. januar.

 

Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánað. Fyrstu ferð var í 2024.

Grønland yvirtók um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Grønlandi í juni.

“Støðan er tann, at stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Í seinastuni hevur orðaskiftið snúð seg um framtíðina hjá Grønlandi. Tað hevur týdning fyri meg at endurtaka boðskapin frá í fjør og siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar stuðla Grønlandi, og at grønlendska fólkið – og eingin annar - eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi.”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…