Norðmenn vitja Amerika
Í 1893 løgdu norðmenn um Atlantshav við fyrsta endursmíðaða víkingaskipinum, Viking. Fyrimyndin var Gokstadskipið í Noregi.
Leiðin lá til heimsframsýningina í Chicago, USA, men endamálið var fyrst og fremst at siga amerikumonnum og umheiminum øllum, at tað var ikki Kolumbus, men Leivur Hepni, sum var fyrsti evropeari at seta fótin á land í Amerika.
30. apríl 1893 varð lagt til brots úr Bergen. Siglt varð eftir stórsirklinum, soleiðis at víkingaskipið helt leiðina væl sunnan fyri Føroyar, men nær Nýfundlandi.
Lítlan mánað eftir fráferð, varð komið undir land í Nýfundlandi, og 13. juni kastaðu teir akker í New London, Connecticut, USA. Ferðin um Atlantshav undir seglum einans var at enda komin.
Í New York vildi blíðskapurin ongan enda taka, nú fyrsta víkingaskip síðan víkingaøld vitjaði Amerika. So varð farið eftir Hudson-ánni og Erie-kanalini á amerikonsku vøtnini. 12. juni 1893 kom norska víkingaskipið til Chicago og fekk heiðurspláss á framsýningini.
Snekkjan var smíðað eftir fornum hátti. Borðini vóru eitt nú ikki negld inn á bondini, men bendslað føst við viðjum, ið góvu seg, tá ið skipið arbeiddi í sjónum.
Tá ið Magnus Andersen, norski skiparin, segði frá, hvussu gingist hevði at sigla um Atlantshav, læt hann avbera væl at, so liðiligt farið var, og so væl tað bar seg í ringum sjógvi. Hann kundi bert ásanna, hvussu góðir skipasmiðir forfedrarnir vóru longu í víkingaøld.
Eftir heimsframsýningina varð farið eftir stóru amerikonsku áunum suður til New Orleans við Meksioflógvan. Steðgað varð í St. Louis í nakrar dagar, og komið varð til New Orleans í desember mánaði sama árið.
Summarið eftir lá leiðin norður aftur til Chicago. Viking, ið framvegis er í USA, hevur havt eina heldur umskiftiliga og stundum ótrygga tilveru í stóra landinum fyri vestan.