Lýsing
Lýsing
Lýsing

Inntøkurnar í Eystur- og Sandoyartunlinum økjast ár eftir ár.

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.01.2026 - 11:47 Tíðindaskriv

Ferðsluinntøkurnar frá Eystur- og Sandoyartunlinum í 2025 vóru íalt 215 milliónir krónur, í mun til 197 milliónir krónur í 2024. Økingin er 9%

Inntøkur:
Inntøkurnar frá Eysturoyartunlinum vóru í 181 milliónir krónur, í mun til 168 milliónir krónur í 2024. Hetta er ein vøkstur á 7,7%. Inntøkurnar frá Sandoyartunlinum vóru 34 milliónir krónur, í mun til 29 milliónir krónur í 2024, sum er ein vøkstur á 17%.

Minstu ferðslutrygdin:
Nú inntøkurnar eru gjørdar upp fyri 2025, vísur fyribils uppgerðin, at einki ferðslutrygdargjald frá landinum var neyðugt fyri 2025. Í samband við fíggingina av byggingini av Eystur- og Sandoyartunlinum veitti landið eina ferðslutrygd, soleiðis, at felagið altíð megnar at gjalda síni lánsgjøld, rentur og avdráttir, umframt rakstrarútreiðslur í mun til mettar ferðsluinntøkur.

Fígging:
Netto rentuberandi skuldin er við ársenda 2025 er 1.978 milliónir krónur. Lánið var upprunaliga 2.640 milliónir krónur. Lánið hevur eina fasta rentu á 2,73% fram til 31.01.2040, tá øll skuldin er afturgoldin. Við øðrum orðum, er skuldin hjá tunlunum afturgoldnir um 14 ár.

Byggikostnaður:
Kostnaðurin fyri byggingina av báðum tunlunum, sum í alt eru 22 km langir, var 2.580 milliónir krónur, netto inntøkur/útreiðslur fyri at gera verkætlanina lidna fyri tíð. Hetta svarar til 117 milliónir fyri kilometurin. Rentur í byggitíðini eru ikki íroknaðar. Tá felagið fór undir byggingina, var metti byggikostnaðurin 2.640 milliónir krónur. Eysturoyartunnilin var bygdur frá 2017 til 2020, meðan Sandoyartunnilin var bygdur frá 2019 til 2023.

Ferðslan:
Í 2025 koyrdu 2.365.349 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin, í mun til 2.177.962 bilar í 2024. Hetta er ein vøkstur á 8,6%. Ferðslan svarar til eina miðalferðslu per dag á 6.480 bilar (2024: 5.951 bilar/dag). Í Sandoyartunlinum koyrdu 391.599 bilar í 2025, í mun til 363.289 bilar í 2024. Hetta er ein vøkstur á 7,8%. Ferðslan svarar til eina miðalferðslu per dag á 1.073 bilar (2024: 993 bilar/dag).

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val