Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óli, Fríðin og Maradona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2026 - 08:45 Ítrottur Tíðindi

Óli Mittún hevur eina sermerkta profilmynd á sínum facebook-vanga. Eina mynd saman við Fríðini Ziskason, har teir báðir kyssa vegaskeltið á húsunum hjá Team Klaksvík stovnaranum.

U21-menninir hjá Føroyum vunnu bronsu í HM-kapping í Hollandi í fjør - eitt bragd! Tá teir komu aftur til Føroya, fóru teir ein busstúr kring landið, og sjálvandi skuldu teir til Klaksvíkar, har millum annað U21 leikarin Rókur Ziskason er slektaður. 

Teir vitjaðu ymsastaðni, í KÍ hjallinum hjá Niels Olaf Sølvará - beiggja professaran, Í Djúpumýru, har teir keyptu KÍ-blusur og eisini úti í Víkunum hjá Fríðini Ziskason, sum er mammubeiggi Rók. Fríðin var sjálvur ein av stovnarunum av Team Klaksvík. Har fingu teir bæði vátt og turt og fitt av prikum eisini - fyrsti dystur, sum Team Klaksvík vann, var móti H71, nógvur látur og gott lag. Óli Mittún varð so hugtikin av vegaskeltinum á húsunum hjá Fríðini, at ein mynd mátti takast - og ta myndina hevur Óli á sínum fb-vanga. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…