Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevningar til ÍtróttaFELAGSSKAPIN

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2026 - 14:40 Ítrottur Tíðindi

Tey tilnevndu til heiðurin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2025 eru Hósvíkar Róðrarfelag, Svimjifelagið Hellufossur úr Kvívík og Havnar Tennisfelag.

 

 

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini Felagsskapurin 2025. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Svimjifelagið Hellufossur - Kvívík

 

Svimjifelagið Hellufossur varð stovnað í 2023 av lokalum fólki, sum - hóast tey ongar svimjiførleikar høvdu - vildu skapa eitt ítróttartilboð til børn og ung í Kvívík og grannabygdunum.

 

Endamálið var, at øll børn skuldu læra at svimja, gerast vatnvon á egnum støði - og at byggja ein sunnan, tryggan og sterkan sosialan felagsskap í nærumhvørvinum.

 

Í Hellufossi verður dentur lagdur á trygd, menning og eitt rúmligt umhvørvi, har børn kenna seg væl, og har frítíðin gerst bæði gevandi og stuttlig.

 

Limatalið er støðugt vaksandi við 74 íðkandi úr Kvívík, Vestmanna, Kollafirði og fleiri øðrum bygdum, og felagið hevur eitt umfatandi tilboð við venjingum, tiltøkum og kappingum.

 

Stuðulin frá foreldrum, kommunu og lokalum feløgum hevur verið stórur, og svimjifelagið hevur skapt eitt tiltrongt tilboð. Tað hevur stóran týdning fyri børn, ung og familjur í økinum. 

 

Felagið styrkir lokala ítróttalívið, skapar stoltleika og savnar bygdirnar um eitt felags mál - og øll eru vælkomin óansæð støði, aldur og bakgrund. 

 

Svimjifelagið Hellufossur er eitt dømi um, at hugburður, vilji og felagsskapur kunnu skapa nakað stórt — eisini tá ein byrjar við ongum øðrum enn eini svimjihøll og einum sterkum vilja.

 

***

 

Hósvíkar Róðrarfelag

Hósvíkar Róðrarfelag hevur ein savnandi leiklut í bygdini og í Sundalagnum. Felagið er sera virkið og ein týðandi felagsskapur.

Felagið er í støðugum vøkstri og telist millum størstu róðrarfeløg í landinum. Við mongu sjálvbodnu kreftunum skipar HVR javnan fyri ymiskum tiltøkum - eitt nú árligu Regatta-siglingini, sum savnar allar Føroyar.

Hósvíkar Róðrarfelag er farið at menna eitt nútímans neyst, og nýggir karmar eru neyðugir, tí í 2025 vóru heilar 7 manningar. Úrslitini hava verið góð bæði til FM-róðurin - og til FM, NM, EM og HM í inniróðri. Dentur verður eisini lagdur á breiddina, og tað skapar tilgongd.  

Tá manningarnar koma heim eftir kapping, bjóðar felagið øllum bygdarfólkinum til døgurða og kaffi í neystinum. Hetta samansjóðar, styrkir lokala samleikan og skapar trivnað í bygdini. 

Trivnaðurin er sum heild eitt av høvuðsøkjunum í Hósvíkar Róðrarfelag, og felagið arbeiðir miðvíst við bæði venjingarlegum, team-building og tiltøkum fyri limirnar.

Hósvíkar Róðrarfelag er eitt fyrimyndarligt dømi um ein ítróttafelagsskap, ið sameinir nýhugsan, dirvi, trivnað, breidd og úrslit. Felagið arbeiðir miðvíst við sterkari sjálvbodnari megi og setir menniskjað og felagsskapin í miðdepilin.


***

Havnar Tennisfelag

Havnar Tennisfelag er ein støðugt vaksandi felagsskapur, tí eldsálir hava fingið nýtt lív í tennis í Føroyum. 

Somu fólk eru eisini í Tennissambandinum, har vit hava sæð góð úrslit í 2025, altjóða limaskap og miðvíst landsliðsarbeiði.

Eldsálirnar ganga á odda í HT - og venja bæði børnini og hvør annan.

Í summar hevði felagið ein polskan venjara. Dygdargóðar venjingar vóru alt summarið fyri børn og vaksin, og hetta var ein háttur at hækka støðið í Føroyum.

Felagið hevur eisini havt skeið og venjingar fyri tey, sum hava havt langan tennissteðg ella aldri hava vant. Skeiðini hava verið fullteknað bæði av kvinnum og monnum, og nógv taka lut í øllum skeiðum. Eisini hava venjaraskeið eggjað fleiri til at gerast venjarar.

Havnar Tennisfelag hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at betrað umstøðurnar kring vøllin, fáa nýggjar venjingarmøguleikar og skipa venjingar fyri børn. Í heyst var hópur av børnum eitt venjingarvikuskifti í Íslandi. Hetta økti motivatiónina og kveikti áhugan til at taka tennis í størri álvara.

Sosiali felagsskapurin er góður, og av tí, at felagið er lítið, er lætt at kenna seg vælkomnan. Tað verður skipað fyri ársveitslum, arbeiðsdøgnum og barnakappingum, har stór og smá eru við kring vøllin.

 

 

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. Februar 2026  og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós