Húsaprísurin hækkaði 13% í 2025
Prísurin á bústøðum í Føroyum hækkaði við 13% í 2025. Til samanberingar var vøksturin 1% í 2024 og 4% í 2023
Bústaðarprísurin hækkaði kring alt landið, og 2025 var áttanda árið á rað, at prísurin á bústøðum hækkaði. Í 2018 lækkaði miðalprísurin við 5%.
Stórur vøkstur í Havn og smærri býunum
Hyggja vit eftir høvuðsstaðnum og teim smærri býnum/storu bygdunum, so síggja vit ein sethúsaprísvøkstur á ávikavist 14% og 12%. Í krónum og oyrum er talan um ein miðalprís á ávikavist 4,4 mió. kr. og 2,6 mió. kr. Tá eru íbúðir ikki roknaðar við, men bert sethús.
Prísurin á íbúðum í Havn vaks við 2% í 2025. Orsøkin til lutfalsliga lágu hækkingina í íbúðarprísinum er millum annað, at fleiri smáar íbúðir vórðu seldar í fjør sammett við onnur ár, og hetta ávirkaði samlaða prísin á íbúðum, tó so hevur hetta verið við til at økja um fermetraprísin, sum var methøgur í farna ári. Miðalfermetraprísurin fyri íbúður í Havn var 41.404 kr. Til samanberingar var fermetrarprísurin á sethúsum í Havn 30.532 og 18.962 kr í teim smærru býunum/størri bygdunum. Fermetrarprísurin á íbúðum í Havn hækkaði 17% í 2025.
Eisini framgongd í smærru bygdunum
Hyggja vit eftir bústaðarprísinum í teim smærri bygdunum, síggja vit eisini ein vøkstur. Prísurin vaks við 4%. Húsini í Suðuroy og Sandoy verða bólkað fyri seg, og har var vøksturin 29%. Orsøkin til lutfalsliga høga prísvøksturin har er, at talið á seldum bústøðum er lutfalsliga lágt, og tí síggjast størri sveiggj í prísbroytingunum í Suðuroy-Sandoy.
Væntanirnar fyri 2026
Umframt prísvøksturin er talið á seldum ognum eisini hækkað í 2025. Síðani 2019 vórðu flest ognir seldar í fjør, og hyggja vit eftir útlitunum fyri 2026 eru tey sum heild góð.
«Í 2025 hava vit sæð eina gongd við meiri ferð á søluni, styttri liggitíð og vaksandi útboði. Hetta hevur tó ikki havt við sær, at prísstøðið er flatnað, og eftir mínum tykki er hetta eitt greitt tekin um, at tørvur er á fleiri bústaðareindum – bæði til at eiga og til at leiga. Tó skal sigast, at hetta eisini er nakað, ið fleiri aktørar hava tikið til sín, og í løtuni eru fleiri ætlanir í gongd um at byggja størri íbúðar og raðhúsaverkætlanir, sum vónandi fer at geva fleiri møguleika antin at ogna sær ein bústað ella finna ein bústað at leiga. Vit vænta, at gongdin við vaksandi prísum fer at halda fram í 2026, og mett verður, at ein prísvøkstur á nøkur fá prosentstig helst er á góðari leið», sigur Petur Mohr Niclasen.