Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond. (5 partur)
Í 5 parti av hesari greinarøð, sum ber heitið Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond, har høvuðsendamálið hjá greinskrivara er, at fáa umboðsnevnd, sum er hægsti myndugleiki í SEV, at taka eitt time out, og siga stopp.
Fyri ørvitis prosjektinum Mýruverkið II í Vestmanna, sum er í milliarda klassa. Og heldur nýta tær ca.100 milliónir, sum ætlan er at brúka til uppsetan av nýggjum vindmyllum á Húsareyni, vegna feilkeyp. Til at gera eina kostnaðar meting, og eina royndar verkætlan, til Elverkið á Strond, við sjógvpumpum.
Hetta skal gerast, við at fáa pumpa sjógv niðan í verandi vatngoymslu hjá SEV, og harvið fáa eina trygga el-framleislu, sum ikki er avhengi av vindi. Og so kann henda sjógv el-orka goymast, uttan nakran meirkostna, sum vind el-orka krevur.
Við stórum bygningum, til at hýsa báttarí skipanir og synkron kompensatorun, sum bara eru til, at stabilisera el-orku, sum kemur frá vindmyllum, út til kundar hjá SEV.
SEV má eisini siga stopp fyri, at fleiri privatar vindmyllur, skulu setast upp, og koma inn á el-neti hjá SEV, til tamarhald er fingið á, hvat strategi SEV skal halda í framtíðini, nú SEV stjórin boðar frá, at hon verður broytt í 2026, har gingið verður burtur frá, at SEV skal verða CO2 neutralt í 2030.
Av tí einføldu grund, at hvørki ørvitis prosjekti Mýruverkið II, sum higartil hevur kostað SEV 70 milliónir í ráðgeving og projektering, og kemur at kosta SEV í milliarda klassa, at fáa útført í verki, uttan at hesin ógvusligi kostnaður, skaffar SEV meira el-orku.
SEV sigur sjálvt, at henda íløga, er neyðug at gerða, fyri at kunna móttaka tað óstabilu el-orku, sum teir privatu vindmyllu veitarar koyra, inn á el-neti hjá SEV.
SEV hevur ikki fíggjarliga orku, at bera hesar útreiðslur, yvir sítt rakstrar yvirskot, og má í heilum at hækka sín el-prís, sum er tann hægsti í Norðanlondum, til vinnilív og húsarhald. Og má tí út á láni markna, at lána pening, til høga rentu, til at gjalda fyri eitt vindmyllu ævintýr, sum SEV ikki sjálvt hevur skapt, og hevur tamarhald á.
Sum í veruleika er eitt problem, sum tey privat riknu el-orku feløg, saman við lands myndugleikum, hava skapt, tí tey koma inn á el-netið hjá SEV, við einari el-framleiðslu, sum bara er til taks, um vindurin er passaligur. Er ongin vindur, ella stormur, er ongin el-framleiðsla, at heinta frá hesum vindmyllum. Og problemi, hvat so skal gerast, verður hongt um hálsin á SEV at loysa. Og tað verður gjørt við at starta upp stórar diesel motorar, sum brúka nógva olju, sum skal bannast her á landi, til el-framleiðslu.
Eg skal garantera fyri, at tað kom ongin, prívat vindmyllu el-orku lund upp, her á landi, um hesar útreiðslur blivu yvirførdar, til teir privatu el-orku aktørar at gjalda. Men at hongja hesar útreiðslur, um hálsin á SEV, við hjálp frá landsins myndugleikum, verður hildið púra natúrligt.
Kemur hesin leistur, frá landsins myndugleikum, við at planta privatar vindmyllu el-orku lundir, runt um í landinum, ikki at broytast, so er SEV, sum vit kenna tað í dag, ikki lív laga, tí teir koma at líða rentu deyðan, av teimun stóru lántøkum teir eru noyddir at gerða.
Stjórin í SEV, var í Kringvarp Føroya, tann 22-7-2025, og nevndi, at SEV var við at fara út av eggini fíggjarliga, av hesari vindmyllu el-orku ørskapi, og tí kom at broyta strategi, um at verða CO2 neutralt í 2030.
Eg vil tí heita á umboðsnevnd hjá SEV , um at broyta kós, og hugsa um aðrar møguleikar, at framleiða dygdargóða álítandi el-orku, her á landi í framtíðini.
Heldur enn at oyðileggja okkara vøkru náttúru við vindmyllu lundum, sum er og verður ein óstabil el-orkukelda, sum ikki er til at líta á.
Hetta skal gerast við, at gjørd verður ein kostnaðarmeting, og einari royndar verkætlan, hvat tað vil kosta, at gerða eina sjógvpumpu skipan, til elverkið norðuri á Strond.
Sum eg meti, er tað best egna, av vatn el-verkum hjá SEV, til at byrja og gerða eina slíka royndar verkætlan, við sjógvpumpuskipan.
Fast henda sjógvpumpuskipan, at rigga norðuri á Strond, so verður henda skipan førd til Eiðisverkið, har el-framleiðslan kann trýfaldast. Til seinast verður fari í holt við at fáa sjógv, niðan í verandi vatngoymslur hjá SEV í Vestmanna, har tað heila byrjaði í 1954.
Henda royndar verkætlan hjá SEV, gongur út uppá, at nýta sjógv, blanda uppí verandi vatngoymslur hjá SEV, so teirra verandi vatn turbinu kapasitetur, kann útnyttast 100 %, hann liggur í dag, um ca.30 %, vegna vatn trot, ein stóran part av árinum. Tað vil siga, at SEV í dag hevur ca.70 % av vatn turbinu kapasitet, til at framleiða elektrisitet, sum ikki verður brúktur, tí tað manglar veskan vatn, til at dríva hesar turbinur.
Tá er tað nærliggjandi at hugsa, hvat við at pumpa sjógv, sum vit hava ríkiliga av, um okkara oyggjar, niðan í verandi vatngoymslu hjá SEV, so vit fáa útnytta henda tøka, turbinu kapasitet hjá SEV, fult út.
Eg eri vitandi um at Klaksvíkar kommuna (KK), far drekkivatn úr hesum sama vatngoymslu hjá SEV í Strandadali. Og gerð nýtslu av hesum møguleika, nakrar fáa ferðir um ári, sum regul um summari, tá íð turkur hevur verði leingi, og SEV alíkavæl ikki brúkar sínar vatn turbinur, tí tað er for líti av vatn tilgongd, so tað loysur seg ikki, at hava hesar vatn turbinu koyrandi.
Hetta problemi, við at SEV og (KK), sum tann einast í landinum, hava felags vatn goymslu uppi í Strandadali, er til at loysa. Í prinsippinum dreygar tað seg um, at SEV og (KK), hava hvør sína vatn rør forsýning, sum kemur úr Svartadali, sum liggur beint norðanfyri Strandadal, sum í dag fara í vatngoymslu hjá SEV í Strandadali. Frá hesari vatngoymslu, hevur (KK) vatnrør liggjandi, heim til vatn reinsuverkið í Ánunum.
Tað sum skal til fyri at gera eina sjógvpumpu skipan til Elverkið á Strond er. pkt.1. (KK) og SEV tosa saman , um møguleikar at fáa drekkivatni hjá (KK) burtur úr vatngoymslu hjá SEV í Strandadali, og gerða eina kostnaðarmeting av hesum. pkt.2. SEV ferð síðan og setur eitt toymi, sum kannar prís á einari sjógvpumpuskipan, og at leggja nýggj trykk vatnrør niðan í Strandal. Í hesum modelli, sum er tað einklasta og bíligasta fyri SEV, verður gingið út frá, at nýta verandi vatnrør, sum liggja oman til elverkið, og nýta verandi vatn turbinu á elverkið. Hetta vil eg nevna modell.nr.I (Lada modelli), um vit skulu brúka hetta í bil myndatalu.
Vil SEV gerða ein eina kostnaðar meting, og eina verkætlan, sum eg vil nevna modell.II (Rolls.Royce modelli), eru vit í einum heilt øðum prísklassa, har Elverkið á Strond verður útbygt við møguleika, at hava 3 stk vatn turbinur upp ca.7 MW, sum Eiðisverkið er ídag, har sjógvpumpu skipan, til og frágengs rør/tunnil, verða víðka tilsvarandi.
Og vatngoymslan verður víðka til at taka ca.120.000 tons.
Í mínum samskifti við fólk, um mítt hugskot til SEV leiðslu, um at troyta aðrar møguleikar, í samband við el-orkuskifti, við at gerða eina royndarskipan við sjógvpumpu skipan til Elverkið á Strond. Er ofta teirra fyrsti spurningur. ”Er tað ikki ólukksáliga dýrt, at pumpa sjógv einar 100 til 200 metur niðan í verandi vatngoymslur hjá SEV”.
Jú ! svari eg, tí SEV skal brúka meira el-orku, at pumpa sjógvin niðan í teirra vatn goymslur, enn teir fáa nyttu av í el-orku, tá íð henda veska rennur omanaftur.
Fordeilir við hesari skipan, er at hon er nem at regulera, eftir el-orku tørvinum, sum er á netinum hjá SEV. Og tað besta er, at vit kunnu goyma hesa orku, til vit hava brúk fyri henni, har skal ongin báttarí-skipan, til at goyma hesa el-orku.
Summi fólk spyrja eisini ”Ber tað til, at pumpa sjógv ca.150 metur niðan í vatngoymslur hjá SEV”. Her er mítt svar, hetta gerða vit dagliga, í teimun fýra undirsjóðar tunnlum vit hava í dag, ongin leggur til merki til hetta, tí vit síggja tað ikki, at hvørt døgn, vera ca.6.200 tons av vatni, pumpað úr hesum tunnlum.
Eg seti tí mína vón til, at Tórbjørn Jacobsen (Tobba), sum í dag situr sum formaður fyri umboðsnevnd hjá SEV, fer at skipa so fyri, at tað verður kanna, og gjørd roynd við sjógvpumpskipan, so at verandi vatn el-orkuverk hjá SEV, kunnu útnyttast 100 %, í staðin fyri tey ca.30 % í dag, til trygga el-framleiðslu. Og eg vóni, at tað ikki verður á vaktini hjá (Tobba), at SEV kollsiglir, og ferð út av eggini fíggjarliga.
Oddbjørn Vágslíð