Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO

SKRIVAÐ: Miðflokkurin  |  23.01.2026 - 09:51 Politikkur Tíðindaskriv

Nær er avgerð tikin um, at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation” (sí kap. 4 í lógaruppskotinum um føroyska farsóttarlóg)?

 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður

Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

Evni: Tilknýti Føroya til WHO

 

Spurningar: 

 

Nær er avgerð tikin um, at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation” (sí kap. 4 í lógaruppskotinum um føroyska farsóttarlóg)?
Nær er avgerð tikin um, at ”Føroyar eisini eru partur av International Health Regulation” (sí síðu 37 í lógaruppskotinum um nýggja farsóttarlóg)?
Hvør føroyskur myndugleiki hevur tikið avgerðirnar, sum nevndar eru í spurningunum 1 og 2?
Eru avgerðirnar, nevndar í spurningunum 1 og 2, viðgjørdar og samtyktar í Løgtinginum?
 

Viðmerkingar:

Í døgunum 27.-31. mai 2024 var landsstýriskvinnan í heilsumálum á aðalfundi hjá heimsheilsustovninum WHO. Áðrenn fundin vóru gevandi orðaskifti í Løgtinginum um tilknýti Føroya til WHO; m.a svaraði landsstýriskvinnan einum skrivligum fyrispurningi (SS-010/2023), áðrenn aðalfundin og einum §52 a fyrispurningi (52-126/2023) aftaná hendan. Umframt hetta vórðu munnligir fyrispurningar um málið svaraðir hetta várið.

 

Orðaskiftini avdúkaðu stóran iva millum løgtingsfólk um tilknýti Føroya til stovnin, og landsstýriskvinnan fekk ráð frá løgtingsfólkum um at vera varin, og ikki knýta Føroyar tætt at hesum fólkaræðisliga veikt kjølfesta, men máttmikla privatfíggjaða og -stýrda felagsskapi, sum Føroyar ikki eru limir av, men hava atlimaskap til.

 

Afturkomin av fundinum í 2024, har broytingar í viðtøkum felagsskapsins (IHR- International Health Regulations hjá WHO) og nýggjur Pandemisáttmáli vórðu viðgjørd, kundi landsstýriskvinnan ikki svara setta § 52 a spurninginum, tí broytingarnar ikki vóru endaliga samtyktar á aðalfundinum, av tí at málið ikki var búgvið til tess. Ætlaðu broytingarnar høvdu m.a. sum endamál at flyta vald frá limalondum til WHO-og aðalskrivaran. Nevnast kann, at har limalondini áður kundu gera av, um WHO tilmæli skuldu setast í verk, so skuldu limalondini frameftir noyðast at seta slík í verk, at aðalskrivarin skuldi frameftir sjálvur kunna avgera, nær talan er um heimshóttandi farsótt, og at WHO skuldi hava einkarætt at evna til og stýra heilsukunning.

 

Mong onnur dømi eru eisini um, hvussu ætlaðu broytingarnar kundu gera seg inn á fólka- og sjálvræði limalandanna. Men spurningurin um, hvussu hesar broytingar kundu hugsast at ávirka Føroyar, sum jú ikki eru limir í WHO, varð sum sagt ikki svaraður. Tó segði landsstýriskvinnan, at ráðið fylgdi málinum, og samskiftir regluliga við danir um gongdina í tí.

 

Síðani hevur Løgtingið ikki frætt stórvegis frá landsstýriskvinnunum, hóast broytingarnar í IHR vórðu samtyktar og fingu gildi fyri limalond 19. sept. 2025. Hava lítið og onki frætt fyrrenn vit nú, í lógaruppskoti um føroyska farsóttarlóg, sum er sent til hoyringar, kunnu lesa, at: ”Føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO (kap 4). Eisini lesa vit, at: WHO hevur sett í verk IHR – International Health Regulation, sum Føroyar eru partur av.

 

Kunnandi hoyringarfundur fyri løgtingsfólk um lógaruppskotið um føroyska farsóttarlóg skuldi vera 14. februar. Har kundu hesir og aðrir átrokandi spurningar verið svaraðir, men fundurin varð uttan grundgeving avlýstur. Tí m.a. verða spurningarnir settir á hendan hátt.

 

 

 

Á Løgtingi, 22. januar 2026

 

Jenis Kristian av Rana

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing