Lýsing
Lýsing
Lýsing

Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.01.2026 - 10:10 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Svimjifelagið Neptun varð stovnað á Glyvrum hin 27. februar í 1964, so hevur ferðin higartil verið at kalla lítil og ongin. Nú Runavíkar kommuna hevur bygt nýggja og framkomna svimjihøll, afturat Bylgjuni, var felagið endurstovnað á fundi í desember mánaði í fjør, og hóskvøldið, hin 22. januar, var ársaðalfundur fyri árið 2025 hildin í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.

 
 
 
 
Væl av fólki var møtt á fundinum, og Tórbjørn Jacobsen var valdur til orðstýrara. Formaðurin, Rodmundur, legði fyri við at skjóta upp nýggjar tíðarhóskandi viðtøkur fyri felagið. Tær vóru einmælt samtyktar. Síðan greiddi hann frá nógva virkseminum, sum nevndin í ein góðan mánaða hevði fingist við og avrikað. Eisini legði nevndin fram ætlanirnar, sum eru fyri nevndar arbeiði, og hvat limir og íðkaðir kunnu vænta í 2026.
 
Jonnhild Reynholdsdóttir, peningarøkil, legði fram grannskoðaðan roknskap fyri árið 2025 og fíggjarætlan fyri árið 2026. Fundurin góðkendi í báðum førum einmælt. Grannskoðarin, Eyðun Gaardbo, var afturvaldur. Longu nú er limatalið umleið hundrað, og til ber at tekna seg sum lim á facebooksíðuni hjá felagnum. Annars verður arbeitt ítøkiliga við at fáa felagnum eina veruliga heimasíðu. Limagjaldið var einmælt ásett til 150 kr. árliga fyri einstaklingar og 250 kr. árliga fyri húski.
 
Nevndin, ið varð vald á desember fundinum, var sinnað at halda fram, og táið onki annað uppskot var á fundinum, er nevndin nú hendan:
 
Rodmundur Nielsen, formaður
Dánjal Vestergaard, næstformaður
Jonnhild Reynholdsdóttir, peningarøkil
Eyðun Jensen, ritari
Martin Venned, nevndarlimur
Jákup Øssurson Mohr, nevndarlimur
Jens Mortan Rasmussen, nevndarlimur
 
Tríggir teir seinast nevndu sita eisini í einari ítróttarnevnd, ið skal taka sær av tí ítróttarliga virknaðinum í felagnum.
 
Nevndin legði fram uppskot um, at hon fekk heimild til at selja eitt grundstykki felagið eigur, matr. no. 121; Glyvra bygd, ið er útgrivið grundøkið omanfyri Glyvra skúla, sum einaferð var ætlað sum grundøki undir einum svimjihyli. Runavíkar Kommuna hevur ætlanir um at byggja nýggjan skúla í økinum, og nevndin hevur samskift við Runavíkar kommunala um sølu av hesi ognini, men enn er ikki komið á mál við hesum. Fundurin tók einmælt undir við at geva nevndini heimildina at selja grundstykki.
 
Teir báðir Jákup Øssurson Mohr og Jens Mortan Rasmussen greiddu frá ætlanunum á ítróttarliga økinum, og ambitiónirnar eru stórar. Felagið hevur samskift við leiðsluna í Bylgjuni um hetta, og skjótt frættist frá felagnum um framtíðar virksemi, sum fer at fevna um allar aldursbólkar. Arbeitt verður eisini við at seta venjarar, og uppskot eru um hvussu stór íðkaragjøldini skulu vera. Í Runavíkar kommunu er tað annars galdandi, at feløg ikki gjalda hallar- ella vallargjøld og tey ungu sum eru ímillum 0 og 18 ár hava eisini møguleikan við Spjaldur-skipanina (3 túsund krónur pr. stk.) at gjalda íðkanargjaldið við.
 
Fundarfólkið tøktist at vera nøgd við arbeiðið, sum higartil er gjørt, og við tí kós og ferð sum arbeitt verður eftir og við, er ongin ivi um, at Svimjifelagið Neptun hevur eina bjarta framtíð sum svimjifelagið í Runavíkar kommunu, har ið øll, líkamikið hvar í landinum tey annars búleikast, kunnu luttaka.
 
Felagið er í januar vorðið limur í Svimjisambandi Føroya.
 
Fundurin endaði við, at fundarfólkið sang Tjóðsangin.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?