Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis spyr um Holocaustdagin

SKRIVAÐ: Miðflokkurin  |  24.01.2026 - 20:11 Politikkur Tíðindaskriv

Verður altjóða Holocaustdagurin hildin í føroyska undirvísingarverkinum h. 27. januar í ár?

 

Munnligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:  Jenis av Rana, løgingsmaður

Svarari:  Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í skúlamálum

 

Evni:  Holocaustdagurin 27. januar

Spurningar: 

Um tiltakið ikki verður hildið sum vanligt, hvør er so orsøkin til hetta?
 

 

Viðmerkingar:

Fyrsta novembur 2005 samtykti alheimsfelagsskapurin ST, at 27. januar skuldi verða altjóða minningardag um Holocaust undir seinna heimsbardaga- og onnur fólkadráp. Eisini heitti ST á heimsins lond um at samtykkja hendan dagin sum almennan minningardag. Dagurin 27. januar varð valdur, tí henda dagin náddu fyrstu frælsi herdeildirnar til Auschwitz og fríaðu teir 9.000 fangarnar, sum enn vóru eftir á lívi.

Síðani Føroya Løgting, h. 3. mai 2019, samtykti 27. januar at verða almennan føroyskan minningardag fyri Holocaust og onnur fólkadráp, hevur dagurin verið ein týðandi dagur í føroyska undirvísingarverkinum. Hendan dagin hava skúlar kring landið arbeitt við søguligum, siðbundnum og fólkaligliga týdninginum av Holocaust og øðrum fólkadrápum, og er endamálið m.a. lýst at vera:

  • at styrkja førleikarnar hjá næmingum at skilja, hvussu fordómar, ótolsemi og radikalisering kunnu vaksa fram.
  • at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp.
  • at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi.
  • at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápi.
  • at menna virðing fyri mannarættindum.
     

Lítið og einki hevur verið at hoyrt um ársins tiltak, sum annars vanliga er vorðið væl lýst og kunngjørt frammanundan. Tó hoyrist nú millum manna, at onki tiltak er sett á skrá í ár, og at dagurin tí verður av ongum í føroysku skúlunum.

Fyri at tryggja opinleika, greiðleika og fakligan tryggleika í undirvísingarverkinum verða hesir fyrispurningar settir.

 

Á Løgtingi, 23. januar 2026

Jenis Kristian av Rana

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík