SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti uttan veiggj
Lítið veiggj var í dystinum í gjárkvøldið millum nr. 1 og 2 í Polestardeildini, ávikavist Mjølnir og SÍ.
Polestar-deildin:
SÍ – Mjølnir 3-0 (25-15, 25-20, 25-16)
Helst kenna bæði liðini seg nóg trygg til at koma í FM-finalurnar, hóast ÍF ikki heilt skal avskrivast, men so skal ÍF nærum vinna rest. Fyrsta stóra royndin hjá ÍF verður 1. februar ímóti Mjølni og síðani 4. februar ímóti SÍ. Dysturin í kvøld ímóti Ternuni á Toftum eigur at geva ÍF trý stig.
Liðið í Klaksvík var ikki serliga væl mannað í gjárkvøldið, og einans sjey mans vóru á dómaraseðlinum. T.d. var Steffan Rosenlund ikki við, og tað var hevarin Thorvald Danielsen heldur ikki, og Mjølnir við og uttan Thorvald er hvør sítt lið. Og sjálvsagt merkist missurin av Filip Ilic, sum er farin til italskan flogbólt, eisini væl. Haraftrat var venjarin Bárður Bendix Mikkelsen ikki við í Sørvági í gjár.
Hjá SÍ vantaði tann eldri av Haraldsstovubrøðrunum, Tóki. Hinvegin var 45 ára gamli hevara-veteranurin Ólavur Jensen á vøllinum onkra løtu. Men uttan at siga nakað ringt um veteranin, so var aldur eingin trupulleiki í gjár ímóti Mjølni, sum hevði óvanliga lítið at bjóða uppá.
SÍ legði seg skjótt framum við fýra stigum í fyrsta setti, og tann munurin hevði bestan hugin at økjast, til SÍ hevði vunnið settið 25-15.
Annað sett var heldur javnari, og fyri tað mesta var SÍ bara á odda við einum og tveimum stigum, til SÍ við støðuna 21-19 vann tríggjar bóltar á rað og fór framum 24-19, fyri síðan at vinna settið 25-20.
Vónin kyknaði aftur hjá Mjølni, tá teir fóru framum 4-0, men so misti Mjølnir servuna, og hinumegin netið stóð ein hin besti servarin í deildini, Mileta Vesovic, til reiðar at serva fyri SÍ, og við seks stigum á rað vendi SÍ 0-4 til 6-4.
Mjølnir hekk í til 13-13, tá Mileta aftur fór at serva, og sjey servur seinni var SÍ frammanfyri 21-13, og dysturin mest sum avgjørdur. Settið endaði 25-16.