Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við beinleiðis bussi til Suðuroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.01.2026 - 09:39 Lesarabrøv Politikkur

Mín vón er, at almenna bussferðslan verður tikin við í fyrireikingum av Suðuroyartunnilinum og sum heild í kjakinum um infrakervið í Føroyum. Tí eg eri sannførdur um, at verður leikluturin hjá bygdaleiðum í framtíðini raðfestur, kunnu vit bæði spara landskassanum og náttúruruni fleiri ringvegir og tunlar. Tá vildu vit eisini bygt land, har tey hægstu og lægstu í størri mun hittast á vegnum – og har fjarstøðan millum hesi við tíðini gerst styttri.

 

Í uppskotinum um løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum verður orðið ”bussur” ikki nevnt eina einastu ferð. Tað er nógv, sum bendir á, at planlegging av infrakervinum í Føroyum ikki verður hugsað við bussinum fremst í huga, men frá førarasetrinum í einum privatbili. Eg vil tí við hesum senda eina áminning um kollektiva ferðslusjónarhornið og undirstrika, at valdu linjuføringarnar hava týðandi ávirkan á góðskuni á tí almennu bussleiðini, sum í framtíðini fer at røkja leiðina undir Suðuroyarfjørð.

Ein væl umhugsað bussleið kann veita gott ferðasamband til pendlarar og gerast besta loysnin, tá farið verður til ítróttarkappingar, stór mentanartiltøk og fyri ferðavinnuna. Til tess at tryggja, at kollektiva ferðasambandið í framtíðini verður eitt veruligt alternativ til privatbilin krevst bæði títt og beinleiðis ferðasamband. Meðan títtleikin er ein spurningur um játtan (nøgd av bussum og koyritímum), verður eitt beinleiðis ferðasamband treytað av valdum linjuføringum. Ein bussvinarlig linjuføring tryggjar hóskandi ferð og stuttan veg, og førir samstundis bussin framvið fáum steðgistøðum, ið eru staðsett rímiliga miðskeiðis í bygdum økjum.

Vit kunnu vænta, at ein bilur fer at brúka meira enn ein tíma uppá at koyra millum Havn og Tvøroyri. Ein almenn bussleið, sum steðgar í bygdunum á vegnum brúkar sjálvsagt longri tíð, men ein bussvinarlig linjuføring virðir tíðina hjá teimum ferðandi og ger hendan flutningsháttin meira lokkandi at velja. Leggjast skal afturat, at tað er dýrt, fyri ikki at siga ov seint, at innrætta linjuføringar til bussar, eftir at hesar fyrst eru liðugtgjørdar við privatbilinum fremst í huga.

Í hoyringsskrivum og almenna kjakinum tykist stríðið um linjuføringarnar at snúgva seg um, hvussu ferðslan skal leiðast út um bygt øki, men samstundis ávirka náttúru og búnaðarjørð sum minst. Tað er tíverri lætt at ímynda sær, at linjuføringar, sum buga uttan um Sand og Hvalba, alt annað líka, fara at forða skynsomum almennum busssambandi í framtíðini.

Hendan støðan er eisini galdandi fyri aðrar møguligar samferðsluætlanir, so sum tunnil til Vatnsoyrar, ið forðar effektivum og einføldum busssambandi til Sandavágs og Miðvágs, eins og ein tunnil millum Skálabotn og Gøtudal sannlíkt fer at hava neiliga ávirkan á busssambandið í Gøtu.

Tað er lætt at skilja stúranina á Sandi, og ynskið at fyribyrgja, at bygdin í framtíðini druknar í bilaferðslu, sum vegirnir og húsini ongantíð vóru bygd við eyga fyri. Men eg trúgvi, at ein væl eydnað bussleið, sum verður hugsað inn í verkætlanina frá byrjan, kann fyribyrgja, at bygdirnar sunnanfyri fyllast við privatbilum. Tí almennu bussleiðirnar umboða tað einastu loysnina, sum kann flyta hundraðtals fólk um dagin, og samstundis varðveita tættbygda og sosiala dámin móti órógvi frá øktari bilaferðslu.

Ráðgevar spáa, at dagliga miðalferðslan í Suðuroyartunlinum fyribils ikki verður hægri enn 2000 akfør. Tað er munandi lægri enn bilatalið eftir høvuðsvegunum í Havn, Klaksvík og Runavík. Vit kunnu tí av røttum spyrja, um ein ferðsla á hesum støðinum rættvísger linjuføringar uttan um Sand og Hvalba fyri trísiffraðar milliónaupphæddir og við óbøtandi inntrivum í landbúnað, náttúru og fuglalív. Um ynskið er at økja inntøkur frá tunnilsgjøldum, og at so nógv sum gjørligt koyra aftur og fram, mugu vit minnast, at ein daglig pendlan omanfyri ein tíma hvønn vegin, er omanfyri pínumarkið hjá teimum flestu.

Flest føroyingar ferðast dagliga við privatbili, og í so mátar hava vit í dag amerikanskar tilstandir í Føroyum. Síðani 2014 er árliga talið av ferðaseðlum við bygdaleiðum minkað úr 520.000 til 510.000 í 2025, hóast fólkatalið sama tíðarskeið er vaksið við umleið 12%. Um vit ikki viðurkenna og mótarbeiða hendan tendensin, grava vit eina stættargrøv millum bilistar og bussnýtarar.

Mín vón er, at almenna bussferðslan verður tikin við í fyrireikingum av Suðuroyartunnilinum og sum heild í kjakinum um infrakervið í Føroyum. Tí eg eri sannførdur um, at verður leikluturin hjá bygdaleiðum í framtíðini raðfestur, kunnu vit bæði spara landskassanum og náttúruruni fleiri ringvegir og tunlar. Tá vildu vit eisini bygt land, har tey hægstu og lægstu í størri mun hittast á vegnum – og har fjarstøðan millum hesi við tíðini gerst styttri.

 

Rasmus S. Biskopstø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga
Góðska
Matvørubreytin framleiðir framtíðar kokk…
Bílegg borð á Testovuni Marin Malena
Sterk signal úr Evropa - og ein avgerand…
Altjóða holocaustdagu­rin – ein serlig up…
Tilnevn­ingar til ÍtróttaVENJA­RIN 2025
Dávur vitjar Norðlýsið
Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklin…
Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Varpinum
Nei til veðurlags­lóg
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…
Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?
Lítli flokkurin við stóra valdinum