Ormurin Langi er mannaður
Havnarbáturin og Klaksvíkingur fáa ein avbjóðara afturat.
Tað eru gleðiboð at frætta úr kappróðrinum, har 10-mannaførini vanliga trekkja størsta áhugan. Tí nú er triði báturin mannaður, sum er Ormurin Langi hjá róðrarfelagnum Knørri. Ormurin Langi vann FM í 2018, 2019 og 2020. Og onkur av tí manningini er við í ár. Rúni Mohr Jónsson er bátsformaðurin og hann sigur, at talan er um eina manning við bæði royndum og óroyndum rógvarum. Ormurin Langi er frá 2018.
Manningin er hendan: Ranja Tórfinnsdóttir(róðursfólk), Jón Syderbø, Dánjal Pauli í Búðini Hálvdan Brink Dalsgaard, Leif á Bøgarði, Tórur Paulason, Andrias Winther, Bergur Leifsson Berg Ingvar Ellingsgaard, Bárður Lorentzen og Rúni Mohr Jónsson.
Spennandi ár
Í ár er lagt upp til eitt spennandi ár. Beinanvegin eftir ólavsøku gjørdist greitt, at føroyameistararnir á Ørvi fóru at mannað 10-mannafar, og tá tað skjótt seinni bleiv greitt, at manningin á Havnarbátinum ikki fór at verja føroyameistaraheitið, so fer manningin á Ørvi at rógva við Havnarbátinum. Havnarbáturin er frá 2025. Áðrenn jól gjørdist greitt, at Klaksvíkingur var mannaður. Ivamál var annars um hetta, tí sum skilst var ynski var um at fáa ein nýggjan bát, tí Klaksvíkingur er nógv tyngri enn nýggjastu bátarnir. Nýggjur Klaksvíkingur kemur eftir ætlan í 2027. Klaksvíkingur ger tó eina síðstu roynd í gamla bátinum, sum kom í 2015, um ikki Nólsoyar Páll frá 2002 verður valdur framum. Talan er um nakað av útskifting í mun til manningina í 2025, men nærum allir hava róð við 10-mannaførum áður.