Soleiðis verður á KG
Í sendingini Kultura í Kringvarpinum herfyri vóru Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum, ið byggir KG, og Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, ið skal reka KG. Teir vórðu spurdir um hentleikarnar á KG, og niðanfyristandandi er tað, vit kunnu vænta.
Í summar letur Hotel KG upp, og tað fer at hava 83 kømur, matstovu, barr, stóra uttandura-sauna og fundarsal við rúmi fyri 300 fólkum. Stjóri verður settur og kunngjørdur í næstum, ið er áðrenn 1. februar, sigur Johannes Jensen.
Staðsetingin ger, at hotellið liggur í gongufrástøðu til Mentanarhúsið Varpið, Føroya størsta bryggjarí, Föroya Bjór, itróttarøkið við Djúpumýrar í býnum og Húsið hjá Nólsoyar-Páll. Og útferðir kunnu gerast beinleiðis frá hotellinum og í Kalsoynna at síggja eitt nú Kópakonuna, gravsteinin hjá James Bond og Kallin. Hesi tilboðini venda sær kanska serliga til ferðavinnuna, men føroyingar kunnu eins væl brúka tey.
Góðska og vavi: Hotellið verður 4-stjørnað, og tað er tað mesta, hotell í Føroyum hava, sum nú er. Matstova til 60 fólk verður á hotellinum, café til 50 fólk somuleiðis, eitt atrium ella torg verður, ið kann rúma 100-150 fólkum, eins og fundarhøli og veitslusalur/konferansusalur til 300 fólk. Ósbjørn Jacobsen/Henning Larsen arkitektar hava teknað hotellið, og arkitektururin nýtir eina blanding av timbri, glasi og betongi. Bygningurin hevur 5 fasadur við góðum útsýni í allar ættir.
Hentleikar verða eisini til fólk, sum ikki búgva á hotellinum. Eitt stórt uttandura-sauna verður, og tað er serliga málrættað fólki, ið dáma at ”dyppa”. Sauna’ið fer eisini at hava brúsur. Edward Fuglø er við at listprýða hotellið. Hetta er tó ikki heilt liðugt í skrivandi stund. Hotellið hevur tikið ímóti bíleggingum frá 15. januar av, og opið verður fyri almenninginum frá og við 1. juli. Fyrsti gesturin svevur tó á hotellinum longu 4. mai, sigur Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum.
Bíleggingarnar hava gingið sum heitt breyð, men ikki so nógv millum útlendingar – enn. Fyrst og fremst føroyingar hava bílagt higartil, men nú tað ber til at bíleggja á booking.com, er væntandi við mongum útlendskum bíleggingum eisini. Til dømis hava heilt mong longu bílagt sær kamar til Summarfestivalin í august.
Matstovan verður á høgum støði, og borðreitt verður m.a. við lokalum rávørum. Eitt stórt úrval av fiski verður um summarið, lovar Johannes Jensen, men matstovan skal eisini vera fyri tey lokalu, ikki minst um veturin. Tí koma kjøtrættir eisini á matskránna. Umframt ta betru ella fínaru matstovuna verður eisini eitt annað matstovuøki á hotellinum, ið fer at borðreiða við einfaldari og ódýrum rættum. Johannes Jensen ímyndar sær, at fólk fara at kunna koma inn hagar á miðmála at fáa sær ein fish’n’chips við fiski frá Kósini.
Veitslusalurin kann nýtast til alskyns veitslur, og brúdleyp eru nevnd sum dømi, ið tað longu er bílagt til. Kvirt verður í atriumminum frá í seinasta lagi miðnátt av, soleiðis at fólk fáa náttarfrið, men tað merkir ikki, at veitslur ikki kunnu haldast á Hotel KG eftir miðnátt. Tvørturímóti er veitslusalurin avskermaður soleiðis, at veitslurómurin haðani ikki hoyrist inn á kømurini.