Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðbritt Sørensen

Nú verður aftur "kirkjudagur" í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2026 - 09:06 Mentan Tíðindi

Mikukvøldið 4. februar stevna kirkjuráðslimir, deknar, klokkarar og urguleikarar í Norðoyggjum til Kunoyar, tí tá verður aftur skipað fyri "kirkjudegi". Tað er eitt hugnaligt kvøld, sum hevur til endamáls at samansjóða kirkjuráð og kirkjutænarar, og samstundis eitt høvi at tosa saman um tænastuna

 

 

Kirkjudagur var eitt árligt tiltak í fleiri ár, men tað var helst undir korona, at tað datt niðurfyri. Men seinastu tíðina hava kirkjuráðslimir tosað saman um at taka táttin uppaftur, og undirtøkan bendir á, at tað er ein røtt avgerð. Um 70 fólk hava teknað seg. Kirkjuráðini skiftast um at skipa fyri, og hesaferð eru kunoyingar vertir.

Lagt verður fyri í kirkjuni, har Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur í Haraldssundi, heldur ein fyrilestur um ta grønu avbjóðingina til kirkjuna. Heitið á fyrilestrinum er: "At røkja tað, sum okkum er givið – kirkjan, náttúran og okkara ábyrgd". Eftir eitt stutt orðaskifti um evnið verður farið niðan í bygdarhúsið til borðhald. Umframt góðan døgurða og drekkamunn verður.felagssangur, orðaskifti og andakt.

Tað eru tvey prestagjøld í Norðoyggjum. Norðoya eystara prestagjald fevnir um økið eystan Múla, har tað eru 5 kirkjur: Á Viðareiði, í Hvannasundi, í Svínoy, á Kirkja og í Hattarvík. Í Norðoya vestara prestagjaldi eru somuleiðis 5 kirkjur: Í Árnafirði, í Klaksvík, í Kunoy, á Húsum og í Mikladali. Leggjast kann afturat, at Kunoyar kirkjusókn fevnir um Kunoy og Haraldssund,

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing