Lýsing
Lýsing
Lýsing

Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefonina, tá okkurt hendir í nærumhvørinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2026 - 07:00 Tíðindaskriv

Nú kunnu øll, ið hava Vangan, fáa beinleiðis boð á telefonina, um t.d. vatnið er dálkað, ella streymurin verður sløktur vegna dagføringar.



Boðini verða einans send, tá ið tey eru viðkomandi. Heldur enn at leita eftir kunning á heimasíðum ella bíða eftir útvarpskunngerðum, kemur kunningin til tín. Flestu okkara hava altíð telefonina við hondina, og tí er hetta ein skjótur máti at fáa boð.

Boðini síggjast straks – uttan at rita inn
Tað skal vera lætt at samskifta í Føroyum, eisini tá ið óvæntaðar broytingar henda. Fyrimunurin við snarboðum er, at eini stutt boð koma sum ein fráboðan (push-boð) á telefonina. Tú sært stuttu boðini alt fyri eitt og nýtist ikki at rita inn fyri at lesa tey. Vilt tú vita meira, rita tá inn á Vangan og tú fært kunningina.

Viðkomandi kunning á telefonina
Snarboð eru stutt og skjót boð, sum tryggja, at tú fært kunning, um okkurt óvæntað hendir í grannalagnum. Tað kann vera vegarbeiði, vatndálking, planløgd streymslit, ella onnur viðurskifti, sum ávirka teg.

Tað eru serliga kommunurnar og Sev, ið eru spent at brúka nýggju tænastuna. 
Hetta er eitt gott ískoyti til vanligu kunngerðirnar í miðlunum og heimasíðum. Snarboð verða send teimum, ið verða ávirkað. Tú kanst t.d. fáa  boð um tað verður tilmælt, at vatnið skal kókast, ella ein vegur í grannalagnum verður stongdur.

Tryggja tær, at tú fært boðini
Øll, sum hava Vangan, kunnu fáa snarboð. Men fyri at boðini kunnu vísast sum push-boð á á telefonini krevst, at telefonin er stillað at kunna móttaka fráboðan frá Vanganum.

Les meira á vangin.fo um, hvussu tú tryggjar tær, at telefonin er klár at taka móti snarboðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg
Er ikki løgreglu­maður umborð
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi…
Ongin skal hjá ungum alva
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Framvegis framúr fiski­skapur
Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni
Upprunaligi náttaravnu­rin við orðafeingi…
Eirikur Jákupsson nýggjur stjóri á KG
Mjølnir - Ternan í kvøld
Muslimskur depil og útlendinga­lógin
Nú verður aftur "kirkjudagur" í Norðoygg…
Freistin at søkja um stuðul til útoyggja…
Samstarv styrkir tænastustøðið
Neistin dróg longra stráið
Frændi við nýggjum friðarsangi
Soleiðis verður á KG