Elsebeth spyr um dupultfunktiónir á Landssjúkrahúsinum
Verður skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba?
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Verður skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba?
Spurningar:
1. Er avtalan við Aalborg Sjúkrahús um viðgerð av kvinnum við bróstkrabba uppsøgd?
2. Um avtalan er uppsøgd, hvat merkir hetta fyri bíðitíðina hjá kvinnum at sleppa til kanningar og viðgerð?
3. Merkir ein uppsøgn av avtaluni longri bíðilista?
4. Verður skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba?
5. Um ja, hvussu nógvar skanningar eru gjørdar?
6. Um nei, hvør er so orsøkin til tað, tá tað er staðfest, at hann hevur neyðugu tøknina til tað?
7. Gevur 3T MR-skannarin eina neyvari mynd enn mammografikanningarnar, sum í løtuni verða gjørdar?
8. Eru ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið?
Viðmerkingar:
Í apríl 2024 kom ein 3 Tesla Siemens MR-skannari á Klaksvíkar sjúkrahús. Hetta var mest framkomni MR-skannarin. Skannarin bleiv alment tikin í nýtslu í mei mánað sama ár.
Higartil hava vit mest hoyrt um, at skannarin skal brúkast til skanningar fyri prostatakrabba. Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvat annað skannarin kann brúkast til.
Í svari til fyrispurning nr. 52-115/2024 um krabbameinsætlan fyri Føroyar sigur Súsanna Bertholdsen, táverandi landsstýriskvinna í heilsumálum:
«Í fjør tók Landssjúkrahúsið ein nýggjan CT-skannara í nýtslu. Ein nýggjur 3T MR-skannari varð somuleiðis tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi í fjør. Hesin skannarin hevur, í samsvar við tilmælið í krabbameinsætlanini, ta neyðugu tøknina, sum verður nýtt til útgreinan av m.a. arvaligum bróstkrabba og til at diagnostisera prostatakrabba. Verandi MR-skannari á Landssjúkrahúsinum hevur ikki hesar møguleikar.»
Tá tað nú er staðfest, at skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur neyðugu tøknina til skanning av bróstkrabba, so er viðkomandi at vita, um hann nú eisini verður brúktur til tað.
Tað verður ofta sagt, at vit ikki skulu hava dupultfunktiónir, og í serdeilisheit verður hetta ofta havt á lofti í sambandi við virksemi í sjúkrahúsverkinum og alt gott um tað
Tí er viðkomandi at fáa at vita, um allar kanningar og viðgerðir, sum kunnu gerast við 3T MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verða gjørdar har, og eisini um ætlanir eru um at fáa hesar kanningar/viðgerðir gjørdar aðrastaðni við.
Hendan samgongan sigur seg leggja stóran dent á at effektivisera, tálma og spara allastaðni og sigur seg leggja dent á ein haldføran búskap. Úrslitið síggja vit. Í hesum sambandi er tí viðkomandi at fáa at vita, um nakrar ætlanir eru um at fáa ein nýggjan 3T MR-skannara á Landssjúkrahúsinum og við tí upprætta eina dupultfunktión, sum fer at kosta Palleba og Marsannu. Hesi, sum tey samstundis siga seg vilja verja.
Á Løgtingi, 30.01.2026
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur