Lýsing
Lýsing
Lýsing
Har var hugnaligt við nógvum práti og nógvum góðum til góman á Vágsheygnum í dag | Mynd: Dávur Winther

Vera Klipt í 25 ár

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  31.01.2026 - 23:51 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag varð boðið til móttøku á Vágsheygsgøtu 20, har Vera Klipt hevur hildið til nógv tey seinnu árini.

Vera Larsen, sum eigur og rekur frisørsalonina, Vera Klipt, hevði í dag boðið til almenna móttøku, tí nú eru liðin 25 ár síðani, hon byrjaði sítt virksemi sum sjálvstøðug frisø - eisini hevur hon arbeitt sum stylist.

Fleiri hava jú eisini lært handverkið hjá Veru - teirra millum, navnframi Jógvan Hansen. Hann var eitt stutt skifti hjá Sólrun, men flutti við Veru og forsetti læruna hjá henni 1. februar 2001 og var avlærdur í 2004. Jógvan var fyrsti næmingur hjá Veru Larsen. Hann gjørdist kendur í Íslandi sum hárskeri og stylist, men mikrofonin tók yvir.

Alt var væl prýtt um inni á salónini, Vera Klipt og hópin av køkum, góðgæti, kaffi, te og enntá suppu varð boðið.

Beddy Hansen spældi uppá guitar, meðan dóttir Veru, Tórfríð sang so vakurt, áðrenn Vera tók orðið og leit aftur í tíð, at greiða frá hvussu alt byrjaði fyri 25 árum síðani.

Nógv viðskiftafólk, vinfólk og ættarfólk stukku inn á gólvið at njóta av blíðskapinum. Men flestu teirra høvdu eisini okkurt gott undir arminum til "føðingardagsbarnið".

Har var hugnaligt við nógvum práti og nógvum góðum til góman á Vágsheygnum í dag!  

Takk og til lukku við hesum hornasteini tínum, Vera og Vera Klipt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…