Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.02.2026 - 16:38 Tíðindi

Fríggjadagin 6. februar klokkan 15 verður aftur hugnaløta í Christianskirkjuni. Hesaferð verður hugleitt um gomlu Klaksvíkar kirkju frá 1866

 

 

Mong av teimum eldru minnast gomlu kirkju, har seinasta gudstænastan varð hildin 30. juni í 1963, eina viku áðrenn Christianskirkjan varð vígd. Útvarp Føroya eigur upptøku av síðstu gudstænastuni í gomlu kirkju, har fleiri prestar hava orðið.

Á hugnaløtuni hesaferð fara vit at lurta eftir Johan Nielsen, presti, ið millum annað talar um tann týdning, sum bygdarkirkjan hevur. (Í fjør varð lurtað eftir upptøku av síðstu prædikuni hjá Johan Nielsen í Christianskirkjuni eitt gott ár seinni.)

Til inngangs verða lisin smá brot úr søguni um gomlu kirkju, og einstakir lutir úr kirkjuni standa frammi. Sum vant verður eisini sálmasangur, drekkamuður og andakt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hugnaløtuna í kirkjukjallaranum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…