Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sloans Savn letur upp og minnisvarði verður avdúkaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.02.2026 - 00:22 Mentan Tíðindi

Hátíðarløta verður við Tinghúsvegin 10 í Havn, sunnudagin 8. februar kl. 13:30, táið Sloans Savn verður latið upp, og minnisvarði til minnis um William Gibson Sloan verður avdúkaður.

 

Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara. Hann var føddur í Dalry í Skotlandi 4. sept. 1838 og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865. Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og gjørdist hansara trúboðaravirki upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum. Í 1881 giftist hann Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús  við Tinghúsvegin í Havn. Tað er í hesum húsunum - Sloans Húsi -  við Tinghúsvegin 10, at Sloans Savn heldur til.

Meðan arbeitt varð við Sloans Savni, tóku einstaklingar stig til at reisa minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað. 

Á hátíðarløtuni syngur Ebenezerkórið, hugleitt verður um Sloan og minnisvarðan, og heilsanir verða bornar fram. 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og boðið verður til ein drekkamunn í Ebenezer aftaná.

 

Nevndin fyri Sloans Savn

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…