Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.02.2026 - 10:49 Tíðindi Vinna

Hevur tú eina fyritøku?  - Kom við í Netverkið 101010

 
 
Í samband við at nýggja netverkið 101010, fyri sjálvstøðug vinnurekandi, er sett á stovn, skipa vit fyri einum kunnandi tiltaki, har tú kanst gerast limur. 
 
Okkara fyrsta tiltak verður í Íverksetarahúsinum mikudagin 11. februar kl.16.
 
Á skránni verður ein frágreiðing um, hvat hetta er fyri eitt netverk og hví tað er sett á stovn. Eisini hvat tú, sum vinnurekandi, fært burturúr einum tílíkum netverki og sjálvandi, netverkan.
 

Um Netverkið 101010

Endamálið við netverkinum er at kveikja, menna og skapa synergi fyri einstaklinga- og smærri fyritøkur í økinum.
 
Vit, sum hava sett netverkið á stovn, sóu ein tørv á einum netverkið til einstaklinga- og smáar fyritøkur. Eitt forum, har tey kunnu hittast og læra av hvørjum øðrum. Hetta kemur at styrkja vinnulívið í Klaksvík og eisini kann hetta geva fleiri møguleikar til samstarv og menning í økinum. 
 
Vit samstarva eisini við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar kommunu, soleiðs at vit øll í felag menna vinnulívið her í Klaksvík og Norðoyggjum. 
 
Leinki til: 
Okkara heimasíðu her: https://www.101010.fo/ 
Okkara facebook síðu her: https://www.facebook.com/profile.php?id=61583554975759 
Tiltakið her: https://www.facebook.com/share/1CDHbxSa2B/ 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…