Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunning um parkeringsviðurskifti við Klaksvíkar Sjúkrahús

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.02.2026 - 10:54 Tíðindi

Klaksvíkar Sjúkrahús vil gera vart við, at parkering við høvuðsinngongdina og á parkeringsøkinum niðanfyri høvuðsdyrnar er ætlað teimum, ið hava ørindi á sjúkrahúsinum, umframt teimum, ið vitja búfólk í Uppi- og Niðristovu

 

Hesi parkeringspláss eru tíðaravmarkað til í mesta lagi tveir tímar.

Er trupult at finna parkeringspláss á hesum økjum, verður víst á parkeringsmøguleikan niðanfyri Klaksvíksvegin við Rúsuna, har parkering er óavmarkað.

Parkeringin beint undir Gomlu Læknahúsini er bert ætlað sjúkrabilum og flutningsbilum hjá sjúkrahúsinum. Hetta merkir, at bert bilar, ið eru uppmerktir við búmerki hjá sjúkrahúsinum, hava loyvi at parkera har.

Í sambandi við byggiarbeiðið norðanfyri sjúkrahúsið er brekkan stongd bæði fyri bilferðslu og gonguferðslu.

Tekningin her vísir:

  • hvar høvuðsinngongdin er,
  • hvar parkering er loyvd og ikki loyvd,
  • og hvussu gangast kann frá Víkavegnum til inngongdina omaneftir.
     
Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað