Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ræðuherferðin hjá Sambandsflokkinum í fullum blussi

SKRIVAÐ: Bjarni K. Petersen  |  03.02.2026 - 13:51 Politikkur Tíðindaskriv

Nú hevur Sambandsflokkurin verið so beinasamur at spurt donsku stjórnina, hvat hon heldur tað hevði kostað Føroyum at yvirtikið tær uppgávur ið Danmark hevur í Føroyum.

 

Nú er útgangsstøði fyri tjóðarsemjuni ikki at vit skulu standa fyri øllum. Men tað vil Sambandsflokkurin hava teg at halda, og tí hevur hann við retoriskum snildi og ómetaliga kreativari samanlegging roknað saman á einum servietti og funnið útav, at um Føroyar vilja hava ræði á egnum landi, skulu vit rinda 2.5 milliardir omaná verandi útreiðslur.


Eg skuldi bert hyggja eftir íspunnu rokningina í 3 sekund áðrenn eg kundi lættliga skava meira enn helvtina av. Ein drúgvari gjøgnumgongd hevði uttan iva skorið tað niður til eini 900 milliónir, og tá er blokkstuðulin íroknaður.


Hetta er enntá við tí fortreyt at vit yvirtaka alt sum er, sum ikki eingongd er útgangsstøði fyri tjóðarsemjuni.


Tað er púra greitt, at nú Sambandsflokkurin stendur einsamallur eftir í fortíðini, er komin fullkomin panikkur í. Nú snýr tað seg um at forskrekkja øll frá vón og viti.


Men øll síggja ígjøgnum tað, tá í manipuleringin er so eyðsýnd. Tíbetur undirmetir Sambandsflokkurin hvussu nógv veljarin hugsar við vitinum, og yvirmetir hvussu nógv hann hugsar við óttakenslunum.


Tjóðarsemjan snýr seg um at vit í felag arbeiða fyri at styrkja okkara rættindi sum tjóð í einum óstøðugum heimi. Tíðin at standa saman er nú, heldur enn at brúka allan politiskan kapital til at spjaða og skapa ótta.


Sambandsflokkurin, sleppið ræðuherferðina, og lat okkum heldur standa saman sum samlað politisk skipan um at broyta okkara góða samband við Danmark til fyrimunar fyri tjóðina og fólki í Føroyum!


Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing