Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klaksvík
Fyri 10 døgum síðan var mynd í Norðlýsinum av sera høgari flóð innast á vánni, 4. februar 2013.
Har sum Ósáin rennur út, var fult upp á bakkarnar báðumegin við. Ein brúgv, sum gekk frá gamla kappróðrarneystinum og yvirum á fyllingina, har sum nógvir stórir og høgir bygningar eru í dag, var næstan undir. Vanliga vóru fleiri metrar av brúnni niður á sjógv/ósan.
Spurt var í stuttu greinini, um fólk mintust hetta serliga fyribrigdið fyri júst 13 árum síðan.
Slík fyribrigdi eru altíð áhugaverd, og vit hava sett okkum eina løtu at hyggja eftir myndunum og meta um orsøkir v.m.
Fyrst fingu vit samband við myndatakaran, Gunhard Hansen. Hann hevði goymt myndirnar í einum geyma, og kundi greiða frá, tá ið hann tók myndirnar.
Hann tók myndirnar seint seinnapartin, eitt sindur eftir arbeiðstíð. Komin oman ímóti gamla kappróðrarneystinum sá hann, at alt var ikki, sum tað plagdi. Vatnstøðan imillum neystið og útfyllingina broyttist skjótt.
Frá at vera næstan tómt til at sjógvurin kom uppundir brúnna gingu bert fáir minuttir. Tað fløddi so skjótt niðaneftir, at tað kom heilt niðan, har hann stóð. Líka skjótt fjaraði aftur.
Eina løtu seinna sá alt út at vera vanligt aftur.
So er tað tað, hvat hendi?
Tað er skjótt at staðfesta, at hetta var ikki ein vanlig flóð, sum var á veg. Tá ið tað fløðir og fjarar, tekur tað 6 tímar og 12 minuttir frá størstu fjøru til hægstu flóð (og øvugt). Umframt, so er hægsta flóð í Klaksvík als ikki so høg, sum handan á myndini.
Rennan millum útfyllingina var full, og tað fleyt inn í gamla kappróðrarneystið. Mynd: Gunhard Hansen
Fyri at gera eitt lítið sindur meira við vanliga flóð og fjøru, so var mánin hendan dagin í fyrra kvarteri. Tá er rákið lítið, og munurin millum flóð og fjøru lítil.
Tí má talan vera um eina óvanliga flóðaldu. Tað hava vit sæð fyrr. Her verður hugsað um tvey sløg: Tsunami og meteotsunami.
Tsunami flóðaldur kunnu koma av m.a. jarðskjálvta og omanlopi á havbotninum. Tær kunnu vera sera ógvusliga og oyðileggjandi. Tá ið jarðskjálvti er, síggjast ristingar á mátitólum. Eisini omanlop á havbotninum síggjast stundum á mátarunum. Eingin slíkur mátari um okkara leiðir hevur okkum kunnugt víst nakað órógv hendan dagin, so tað hevur neyvan verið orsøkin.
Meteotsunami flóðalda kann koma av knappligum falli í lufttrýstinum. Er ógvusligt toruveður um okkara leiðir í sambandi við eina kuldabrúgv, sum gongur skjótt, kann lufttrýstið falla skjótt. Lufttrýstið hjá okkum fellir eisini skjótt, tá ið eitt djúpt lágtrýst nærkast skjótt vestaneftir og fer eysturum.
Tó at tær eru eitt sindur sjáldsamar, er tað hent nakrar ferðir í nýggjari tíð í Føroyum. Tær eru ikki líka ógvusliga sum tsunami, og hava sjáldan nakrar serligan skaða við sær.
Vit nevna her tvey dømi:
· Í mai í 2008 rann sjógvur skjótt út og inn nakrar ferðir sunnan fyri byrgingina í Hvannasundi. Bátar stóðu turrir, og bert lítla løtu seinni lógu teir oman fyri bryggjuna – og ein líknandi hending var aftur í juli í 2022.
· 29. og 30. juni 2019 fløddi skjótt ymsastaðni í Føroyum m.a. í Vágsbotni fleyt upp um bryggjukantin, og tað fjaraði líka skjótt aftur.
Kanna vit veðurkort frá 3. til 5. februar 2013, síggja vit eitt djúpt lágtrýst beint sunnan fyri Ísland, og tað gekk skjótt beint eystureftir og fór fram við Føroyum.
Kortið t.v. er frá 4. februar klokkan 00 – t.e. 16 tímar áðrenn myndirnar vórðu tiknar. Kortið t.v. er frá 5. februar klokkan 00, 8 tímar eftir myndatøkuna. Eitt lágtrýst, 956 hPa, er sunnanfyri Ísland á fyrra kortinum, men hevur flutt seg eystur um Føroyar á seinnakortinum, meðan tað er grynt til 967 hPa.
Hetta kann hava verið orsøkin til rennisjógvin í Klaksvík.
Landsverk hevur veðurstøð á Gerðabøi í Klaksvík. Hon er tann nærmasta við staðið, myndirnar vórðu tiknar. Tølini fyri hendan dagin eru tøk á netinum. Tey síggjast í strikumyndini niðanfyri.
Lufttrýstið, mált á veðurstøðini á Gerðabøi 4. februar 2013. Tað fall úr 971,7 hPa niður í 958,5 hPa frá klokkan 00:27 til klokkan 10:18 – t.e. 13,2 hPa í slakar 10 tímar = 1,32 hPa um tíman. Tað er eitt nokkso skjótt fall. Til samanberingar er ein atmosferisk bumba eitt fall í lufttrýstinum uppá 1 hPa um tíman í 24 tímar. Fallið í 2013 var sostatt nakað størri enn í einari bumbu, ta lítlu løtuna tað vardi. G.G.: Allar veðurstøðirnar hjá Landsverki eru í 10 metrar hædd, og mastrafóturin er 20 metrar oman fyri sjóvarmálan. Tí skulu vit leggja 4 hPa aftur at tølunum fyri at fáa lufttrýstið við hædd 0 (null).
Landsverk hevur nakrar flóð- og fjørumátarar kring landið. Ein av teimum er í Klaksvík. Teir máta, hvussu sjógvurin fer upp og niður við sjóvarfallinum umframt hitan í sjónum, og tey síggjast í strikumyndini niðanfyri ávikavist við bláum og grønum liti.
Flóð og fjøra í Klaksvík 3. til 6. februar 2013. Hyggjandi eftir bláu strikuni sæst, at tað fløddi fyrrapartin 4. februar, og beint eftir klokkan 12 var full flóð. Næstu tímarnar – fram ímóti klokkan 18 – fjaraði ikki, sum tað plagar at gera. Tað gingu meiri enn 4 tímar, áðrenn tað fór at fjara.
Hyggja vit eftir mátingunum sama dag frá Sørvági, Krambatanga, Eiði og Gomlurætt sæst eisini sama fyribrigdi, at flóðin helt sær eina góða løtu, áðrenn tað fjaraði aftur. Í teimum støðunum hendi tað eitt sindur fyrr um dagin, enn tað gjørdi í Klaksvík.
Við omanfyri standandi teksti, veðurkortum, mynd av barometrinum á Gerðabøi og mátingum hjá Landsverki kunnu vit siga, at rennisjógvurin í Klaksvík, sum Gunnhard avmyndaði, var helst ein flóðalda, sum kom av brádligum falli í lufttrýstinum – og at hon eisini var í øðrum støðum í landinum.
Kanska onkur annar eisini tók eina mynd hendan dagin?