Lýsing
Lýsing
Lýsing

Læruríkir dagar á Ungdómstingi

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  05.02.2026 - 13:10 Politikkur Tíðindi

 

- Dagarnir á Ungdómstingi vóru góðir og mennandi, og vit fingu gott innlit í, hvussu tingarbeiðið virkar í veruleikanum. Løtingsforkvinnan minti okkum eisini á, at hetta var júst soleiðis, tað vanliga er á Føroya Løgtingi. Tí fingu vit eisini góða leiðbeining um, hvat vit skuldu hugsa um, og hvat vit skuldu gera, siga Birita, Hans Andrias, Súsanna, Markus, Aleksandra og Anfinn, sum týsdagin og mikudagin vóru við á Ungdómstingi.

Vit sita í morgun á ovastu hædd á Skúlatrøð, har hádeildini heldur til. Her ganga eisini hesi seks næmingarnir, men týsdagin og mikudagin vóru tey ikki á Skúlastrøð.

- Ja, í ár fingu vit møguleikan at vera við á Ungdómstingi. Tað vil siga, at vit fingu sjálvi høvi til at seta dagsskránna á Føroya Løgtingi. Vit vóru 32 næmingarnir úr ymiskum fólkaskúlum, og saman við løgtingsforkvinnuni vóru vit 33. Við okkum høvdu vit ymisk lógaruppskot, sum síðani vóru løgd fram, og vit fingu møguleika at skifta orð um evnir, sum vit halda hava týdning.

Næmingarnir á Skúlatrøð høvdu frammanundan fyrireikað lógaruppskot um at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort úr 18 árum niður í 17 ár. Sjálvsagt hildu tey, at uppskotið var gott, so tey royndu tí at fáa hini eisini at taka undir við tí.

- Vit fingu saman við hinum høvi til at viðmerkja ymisku uppskotini. Eisini okkara egna. So, tá ið vit skuldu atkvøða fyri okkara uppskoti, gjørdist tað ordiliga spennandi. Vit royndu sjálvandi at ávirka hini, so tey saman við okkum tóku undir við tí, men uppskotið fall.

Samd eru tey øll seks um, at gevningarnar fyri og ímóti vóru góðar, og áhugavert var at hoyra, hvussu ymiska á máli næmingar kunnu vera. Eisini halda tey, at arbeiðið á Ungdómstingi kann vera krevjandi, og hugleiðandi fara tey víðari at tosa um, hvussu nógv tað krevur at taka orðið.

- Vit skulu jú læra at hava okkara egnu meining og samstundis hava dirvi til at siga hana og at halda fast við hana, sjálvt tá ið hini eru ósamd. Lættast er ofta at siga tað, sum hini siga. Tí, tá ið tú tekur orðið, so er hvørja ferð ein vandi fyri, at ongin annar heldur tað sama, sum tú. Ella kann tað vera, at tú tekur feil. Men tað eiga vit ikki at vera so bagin fyri, halda tey.

Sum partur av tingarbeiðinum vóru settar tríggjar ymiskar nevndir, og tá vóru okkara seks næmingar tvey í hvørjari nevn, sum var rættarnevnd, trivnaðarnevnd og mentanarnevnd.

- Arbeiðið í nevndunum var eisini krevjandi. Tað var øðrvísi, og í onkrari nevnd tók tað drúgva tíð at finna semju. So tað er ikki ‘bara bara’ at vera politikari, tí dagarnir kunnu gerast nokkso langur, siga tey við einum smíli og leggja afturat:

- Vit hava lært eina rúgvu, sum vit nú fara at taka við okkum víðari.

Vit takka Biritu, Hans Andriasi, Súsannu, Markusi, Aleksandru og Anfinni fyri góða prátið.

 

Hygg eftir innslagi í Kringvarpi Føroya av Ungdómstingi

Her ber til at lesa øll uppskotini og at lurta eftir orðaskifinum á Ungdómstingi 2026.


 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?