Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggja vit stjórarnar á báðum kavaraskúlunum Janus Joensen og Kristian Schiang-Frank, eftir at avtalan er undirskriva á føroyska kavaraskúlanum.

Styrkt samstarv um vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum og Danmark

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.02.2026 - 23:52 Tíðindi Vinna

Í dag hava føroyski vinnukavaraskúlin Faroe Dive Sp/f og Nordsjællands Brand- og Dykkerskole í Helsingør undirskrivað eina samstarvsavtalu.

 

Avtalan hevur til endamáls at styrkja og víðka útboðið av tíðarhóskandi og fakliga grundaðum vinnukavaraútbúgvingum í Føroyum og Danmark. Samstarvið fevnir m.a. samstarv innan undirvísing og venjing, og felags menning av útbúgvingum, ið lúka galdandi krøv og framtíðar tørv innan vinnukaving.

Við avtaluni verður lagdur dentur á høga góðsku, trygd og fakliga menning, og hon skal vera við til at tryggja, at vinnukavarar í londunum báðum fáa atgongd til útbúgvingar, ið eru í samsvari við altjóða krøv og bestu praksis innan økið.

Samstarvsavtalan er eitt týðandi stig í arbeiðinum at styrkja vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum og Danmark og at byggja varandi faklig sambond millum útbúgvingarstovnar í Norðurlondum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…