Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki bjarga okkara børnum?

SKRIVAÐ: Sigrid J. Dalsgaard  |  06.02.2026 - 12:00 Politikkur Tíðindaskriv

Lat okkum koppseta børnini til frama fyri teirra framtíð. Koppsetingin kemur frá somu heilsumyndugleikum, sum skulu bjarga tær ella tínum frá krabba. 

 

 

Okkara ídnu fuglafrøðingar hava framvegis ikki sæð nakran stork við okkara oyggjar, so helst munnu flest okkara hava ásannað, at hvørki vit sjálv ella okkara foreldur eru komin við storkinum. Foreldur okkara vildu okkum tað besta og hava tikið lívsavgerðandi avgerðir vegna okkum.

Vit, sum eru foreldur at børnum og tannáringum í dag, taka ikki somu lívsavgerandi avgerðir vegna okkara børn. Í mun til okkara grannalond eru vit ikki bert eftirbátar; vit foreldur hava lagt árarnar inn.

 

Koppseta móti krabbameini

Fyri fyrstu ferð nakrantíð ber til at koppseta móti krabbameini. Men vit føroyingar eru afturhaldin í at koppseta: bert 50 % av gentunum frá 2010 vóru liðugt koppsettar í 2024, og bert 30 % av dreingjunum í sama árgangi. Somu tøl í Danmark eru ávikavist 78 % og 75 %.

 

Hendan koppseting verjir m.a. móti krabbameini í endatarminum, svølginum, penis og lívmóðurhálsinum.

 

Orsøk til frával av koppseting

Landslæknaembætið og Heilsustýrið hava undrast á gongdina við hesari koppseting, men undrast eisini á økta frávalið av koppsetingum móti barnasjúkum.

 

- Er orsøkin gloymska, so eru ráð fyri tí. Arbeitt verður við at stuðla foreldrum í at minnast at koppseta síni børn við eini áminning gjøgnum Vangan.

 

- Er orsøkin fyrivarni?

Koppseting móti krabbameini fekk eitt skot fyri bógvin, tí ivi var sáddur um hjáárin.  Fráboðaðir tilburðir og hjáárin av koppseting eru kannað gjølla, og staðfest er, at hjáárinini eru mild og sjáldsom.

Hugsi, vit eru øll samd um, at tað er betur at fáa beinkrím, enn krabbamein.

 

- Er orsøkin, at vit eru ov smæðin til at tosa um sex?

Tað er í lagi, at vit føroyingar ikki tosa nógv um sex. Tað er ikki í lagi, um ein avleiðing av hesum er, at vit ikki koppseta børn okkara móti krabbameini.

Vit koppseta móti einum virusi, sum verður yvirført við sex. Vit mugu ikki halda hetta vera so flóvisligt, at vit frávelja at koppseta móti krabbameini.

 

Tá børn okkara gerast til hagtøl

Fylgjurnar av okkara lívsavgerðandi frávali av koppseting av okkara børnum, fara at síggjast, tá tey gerast vaksin, og nøkur teirra gerast partur av døprum hagtølum, sum vísa, at hesir føroyingar hava fleiri tilburðir av krabbameini í endatarminum, svølginum, penis og lívmóðurhálsinum enn javnaldrar í grannalondunum.

Tá krabbin er staðfestur, fáa tey kemo, strálur og skurðviðgerð (um krabbin er funnin nóg tíðliga) frá okkara einastandandi heilsuverki.

 

Vaksnu børnini fara at vita, at tey sannlíkt hava fingið krabba av virusinum, HPV. Virusinum, som foreldur teirra valdu, at ikki koppseta í móti.

 

Lat okkum bjarga í viku 6

Lat okkum, í viku 6, gera ein vørr, so skútan legst uppat okkara grannum, og vit eisini kunnu síggja eina framtíð har 70 % færri fáa lívmóðurhálskrabba, umframt at onnur krabbasløg eisini høvdu minkað munandi.

Lat okkum koppseta børnini til frama fyri teirra framtíð. Koppsetingin kemur frá somu heilsumyndugleikum, sum skulu bjarga tær ella tínum frá krabba. 

Bóka tíð til koppseting og gev tínum barni ágóðan av okkara einastandandi samfelagsveitingum: ókeypis koppseting! Og kanska er tú so heppin, einaferð at gerast omma ella abbi at einum barni (sum heldur ikki kemur við storkinum).

 

Góða viku 6 øll somul 

                      Sigrid J. Dalsgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…