Lýsing
Lýsing
Lýsing

Deyður, deyðari ella deyðast?

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  09.02.2026 - 11:48 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt ávíst kjak hevur verið hesa seinastu vikuna um prísin, sum føroyingar mugu gjalda fyri at fara úr ríkisfelagsskapinum. Onkur sigur, at sjálvstøðugur limaskapur í NATO kostar 5% av bruttotjóðarúrtøkuni (tað svarar til 1,4 milliardir krónur um árið), meðan onkur annar sigur, at tað fer at kosta nógv minni enn so.

 

 

Hetta er sum at hoyra klassiska kjakið um tað er betri at drukna á 100 favna dýpi enn at drukna á 400 favnum. – Tú doyrt í báðum førum.

Fyri umleið 25 árum síðani bleiv eisini arbeitt við eini loysingarætlan. Tá varð sagt, at nú skuldu vit av við danska blokkstuðulin, og tann milliardin skuldi takast inn frá vinnuni (við tilfeingisgjøldum, tøkugjøldum og øðrum).

•                    Nú taka vit fleiri hundrað milliónir inn frá vinnuni,

•                    og vit fáa framvegis eina hálva milliard í blokkstuðli – afturat!

•                    og vit hava eitt av heimsins hægstu skattatrýstum.

•                    Vit forskatta pensjónirnar.

•                    Vit hava einki arbeiðsloysi og mugu innflyta arbeiðsfólk úr øðrum londum at arbeiða.

•           Og meðan alt Europa má økja um útreiðslurnar til verjuna, so hava vit ongar verjuútreiðslur. (Vit hava ikki so mikið sum okkara egna politi).

•                    Og danir rinda eisini okkara dómsvald o.m.a.

Og hvat er so úrslitið á fíggjarlógini? -  268 mió. krónur í HALLI!

Í roynd og veru er fíggjarlógin meira bundin av donskum pengum nú, enn hon var fyri 25 árum síðani. Tá var blokkstuðulin ein knøpp milliard og avlopið táttaði í 700 mió. krónur, so har manglaðu einar 300 mió. krónur í. Nú er blokkstuðulin góð hálv milliard og úrslitið er 268 mió. krónur í halli, so nú mangla næstan 800 mió. í.

Bara í hesum valskeiðinum er blokkstuðulin minkaður við 100 mió. og úrslitið er versnað við 463 mió., so henda samgongan hevur gjørt okkum 363 mió. krónur meira bundin av donskum pengum.

So kunnu fólk kjakast um, hvørjar útreiðslur koma afturat, tá løgmaður er liðugur at samráðast við donsku stjórnina um “tjóðarsemjuna”. – Um hvør tá er deyður, hvør er deyðari og hvør er deyðast.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026