Lýsing
Lýsing
Lýsing

Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá P/F Magn við Grótrætt í Klaksvík

SKRIVAÐ: Umhvørvisstovan  |  10.02.2026 - 06:44 Tíðindi

Umhvørvisstovan hevur 9. februar 2026 givið umhvørvisgóðkenning til oljugoymsluna hjá P/F Magn við Grótrætt í Klaksvík.

 

Góðkenningin hevur heimild í kapitli 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

Virksemið fevnir um at taka ímóti, goyma og avskipa oljuúrdráttir, ávikavist bensin, diesel og gassolju. Umsóknin handlar um útbygging av verandi goymslu.

Útbyggingin fevnir um at ein verandi bensintangi á 500 m³ verður tikin niður, og fýra nýggir tangar verða settir upp: tveir bensintangar á 750 m³ hvør og tveir gassoljutangar á 3.000 m³ hvør. Eftir útbyggingina er mesta loyvda goymsla 11.500 m³ (1.500 m³ bensin, 1.000 m³ diesel og 9.000 m³ gassolja).

Umhvørvisstovan metir, at størsti umhvørvisligi vandin er knýttur at leka ella óhappi, ið kann elva til dálking av sjógvi og jørð. Harumframt eru útlát av VOC (serliga frá bensini) og óljóð frá skipum, pumpum og tangabilum týðandi viðurskifti.

Tí eru settar treytir til m.a. tangagarðar, oljutætt øki, ávaringarskipanir, trygga handfaring, reinsing av spillvatni í oljuskiljara við sjálvvirkandi afturlating, umframt mannagongdir fyri eftirlit, viðlíkahald og tilbúgving.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kæra skal sendast Umhvørvisstovuni innan fýra vikur frá tí degi, tá góðkenningin er almannakunngjørd.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her

Almenna kunngerðin við kæruvegleiðing sæst her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…