Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tær fýra árstíðirnar – Vivaldi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.02.2026 - 13:15 Mentan Tíðindi

Eitt av kendastu tónleikaverkunum í heiminum nakrantíð verður í Christianskirkjuni 13. februar kl. 19.30. Konsertin er ókeypis

 

Tær fýra árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi er eitt tað mest ikoniska verkið í tónleikasøguni – og av góðum orsøkum. Í fýra lívligum violinkonsertum endurgevur Vivaldi fuglasong, ódnarveður, summarhita og vetrarkulda so livandi, at tónleikurin framvegis kennist frískligur, fysiskur og nærverandi 300 ár seinni. Hetta kvøldið fært tú høvið at hoyra ein kamarbólk við føroyskum og útlendskum tónleikarum framføra alt verkið. Á odda stendur altjóða viðurkendi violinisturin Alissa Margulis, sum verður bæði solistur og fer at leiða ljómliðið.

Konsertin fer eisini at bjóða upp á Souvenir de Florence eftir Tjajkovski – eitt fjálgt, lagvakurt og ríkt kamarverk, sum tónaskaldið skrivaði eftir at hava vitjað Italia. Hetta eina kvøldið hittast Vivaldi og Tjajkovski, har norðurlendskir tónleikarar blása lív í tvær av størstu ferðafrásøgnunum í tónleikasøguni.

Við eru

  • Alissa Margulis – violin
  • Heiðrún Petersen – violin
  • Jón Festistein – violin
  • Gareth Lubbe – bratsj
  • Emanuel Vots – bratsj
  • Per Nyström – sello
  • Andrias V. Poulsen – kontrabass
  • Jóhannes Andreassen – kembalo
Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…