Lýsing
Lýsing
Lýsing
Næmingar á Rótini ganga mótasýning, nú heystskeiðið er liðugt | Mynd: Dávur Winther

Fyrsta heystskeiðið á Rótini liðugt

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  10.02.2026 - 19:55 Mentan Myndarøð Tíðindi

Heystskeiðið – fyrsta skeiðið við ungdómum úr at kalla øllum Føroyum, er av á Rótini á hesum sinni.

Sum siður hevur verið í mong ár, verður gingin mótasýning við pløggum, næmingarnir hava gjørt á skúlanum.

Temaið hevur seinni árini verið burðardygd – Í fjør endurnyttu tey pløgg frá Bláakrossbúðini og í ár eru pløgg, tilfar og klæði frá Reyðakrossbúðini á Dávavirkinum nýtt.

Næmingrnir hava eisini evnað ymsar lutir úr endurnýtslutifari, so sum taskur o.a.

Til hesa sýningarnar plaga ofta at koma rættiliga nógv fólk. Tó at Rótin er stór og rúmlig, so var í dag valt at hava tvær sýningar – Eina kl. 17 og eina kl. 19.

Tað var skilagott val, tí báðar framsýningarnar vóru fullsettar av foreldrum og vinfólki hjá fittu og kreativu næmingunum.

Nú móti sumri verða fleiri ymisk skeið á rótini, sum kunnu síggjast á heimasíðu skúlans, áðrenn eitt nýtt heystskeið byrjar aftur út á heystið.

Heimasíða skúlans

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…