Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fakfeløgini eru hornasteinurin í einum siviliseraðum samfelagi

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund, Formaður í Sjálvstýri  |  10.02.2026 - 22:45 Politikkur Tíðindaskriv

Fíggjarmálaráðskvinnan, Ruth Vang, ætlar at geva einum minniluta valdið í lønarsamráðingunum. Tað er sera ódámligt, tá landsins myndugleiki velur at samráðast við fakfeløg, ið ikki umboða breiðu fakfelagsrørsluna. Hetta arbeiðslagið undirgravar virðingina fyri einum skipaðum og rættvísum arbeiðsmarknaði.

 

Í øllum siviliseraðum samfeløgum eru fakfelagsrørslur ein týðandi partur av samfelagnum, eins væl og ein skipaður politiskur myndugleiki eisini er tað.

Vit hava sæð dømi um, hvussu fakfelagsrørslur hava havt beinleiðis ávirkan á, hvussu landið er skipað. Fakfeløgini eru skipað fyri, at bólkanir, tey umboða, hava styrki til at verja sínar limir, tá tað er neyðugt. Ja, tað eru enntá fakfelagsumboð á arbeiðsplássum, soleiðis at fylgt verður við, at alt gongur sum tað skal.

 

Samráðingar við minniluta – ein trupulleiki fyri allan arbeiðsmarknaðin

Um daganir hava vit upplivað, at landsins myndugleiki hevur fundast við fakfeløg, umboðandi ein minniluta av fakfelagsrørsluni, og hevur sett ein karm um framtíðar lønarlag.

Mín fyrsti tanki var, at hatta man vera ein feilur?

Men soleiðis sær landsstýrisfólkið í fíggjarmálum tað ikki. Hon heldur fast við, at tað verður sum avtalað við tey fakfeløg, sum møttu upp til samráðingar.

 

Eitt arbeiðslag, sum setir bólkar uppímóti hvørjum øðrum

Eg haldi, at henda samgongan hevur eitt ódámligt arbeiðslag. Vit hava sæð tað fyrr í hesum samgonguskeiðnum, har lóggáva viðvíkjandi ferðavinnu og landbrúki bleiv viðgjørd, har aktøranir á landbrúkssíðuni totalt blivu kveistraðir til viks.

 

Sjálvstýri: Virðing fyri øllum fólkinum.

Sjálvstýri vil til eina og hvørja tíð virða alt fólkið og ikki seta bólkar uppímóti øðrum bólkum, har tað er totalt óneyðugt og beinleiðis klossut.

Sjálvstýri vil tí harðliga átala arbeiðslagið, sum landsstýrið her leggur á blik.

 

Sámal Petur í Grund

Formaður í Sjálvstýri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…