Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hjalmar W. Høgnesen.

Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  11.02.2026 - 09:23 Mentan Vinna

Tveir teir innaru útróðrarbátarnir á myndini eru smíðaðir í Føroyum. Reynsmúli í Vági í 1966 og Árnabúgvin á Lítlubeding í Klaksvík í 1965, har hann eisini seinni varð longdur. Torvanes (Ternusker, Havnartindur) var eisini smíðaður á Lítlubeding í 1947. Hvíthamar og Ørvur, sum eru teir utttaru, vóru smíðaðir á donskum skipasmiðjum undir og beint eftir kríggið.

 

Tíðliga í 1900 talinum vóru fleiri av gomlu motorbátunum ella deksbátunum smíðaðir í Klaksvík, men seinni kom stígur í.

Tá fingust bedingarnar mest við umvælingar og viðlíkahald í nógv ár. Við krígslok lat Kjølbro fýra útróðrarbátar byggja í Føroyum. Støðin (seinni Brattenni) varð smíðað á Skála, meðan Váðaklettur, Mækjuvík og Varpið vórðu bygdir í Klaksvík. Tað var Jákup Jacobsen ella Jákup í Fuglafirði sum stóð fyri at byggja útróðrarbátin Varpið til Kjølbro á sjálvum Varpinum í 1945, og sum seinni varð longdur í 1955. Árið fyri hevði Jákup umbygt Royndina Fríðu hjá Kjølbro á sama staði. Men so kom stígur í í nógv ár.

Men í fyrru helvt av 1970 árunum smíðaðu Reynhold Jacobsen og aðrir nakrar 20 tons útróðrarbátar á Stongunum. Tann fyrsti av hesum bátunum var Elbjørg, sum Karstin Drenkstein og Asbjørn Vang høvdu bílagt, og sum fór á sjógv í 1971. Árið eftir smíðaðu teir Brøðraberg. Báðir hesir bátarnir høvdu stýrhúsið har frammi. Eftir teir komu Dúgvuberg og Sjóvarmoy, sum eins og hinir vóru súðubygdir, men høvdu stýrhúsið har afturi.

Nakað um somu tíð bygdu Jógvan Olsen ella Jógvan hjá Axel og aðrir nakrir 20 tons útróðrarbátar í niðurlagda fiskamjølsvirkinum hjá Kjølbro norðuri á Grótrætt. Tann fyrsti var Bjørg, sum eiðismenn høvdu bílagt, og tann næsti var Granit, sum Svend Thulesen lat byggja, og sum varð latin honum í 1972. Seinni smíðaðu teir eisini aðrar bátar á Grótrætt, og tann seinasti var Jøkul til Sámal á Snørisvirkinum, sum fór av bakkastokki í 1978. Jøkul var 50 tons og tí væl størri enn hinir bátarnir. Hann er seinasta træskip, sum er smíðað í Føroyum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jø…
Tussj: - ÍF hava hjálpt og stuðla mær nó…
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…