Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapar arbeiðspláss, ið føroyingar leggja í
“Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men upplýsir, at fiskavirkir og gistingarhús eru væl umboðað, tá tosað verður um Fast Track, eins og fiskiveiðuvinnan er væl umboðað.”
Soleiðis skrivar Sirið Stenberg í svari sínum upp á fyrispurningi hjá Bárði á Lakjuni um tilflyting, ið m.a. spurdi, hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í.
Tíverri hevur Útlendingastovan ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, og tað er í sjálvum sær atfinngingarsamt. Men hóast hetta er yvirskipað galdandi, at hesi eru topp 3:
- Matvøruídnaðurin (fiskavirki o.a.)
- Gistingarhús- og matstovuvinnan
- Fiskivinna
Ímeðan fiskivinna og fiskavirki hava verið týðandi arbeiðspláss í Føroyum upp gjøgnum alla tjúgundu øld, er tað nýggja, at gistingarhús- og matstovur eru farnar at fylla so nógv. Men vinnugreinarnar hava til felags, at tær eru treytaðar av útlendskari arbeiðsmegi. “Hotell og matstovu vinnan var burtur uttan útlendingar og Norrøna hevði ikki fungerað”, skrivar Gulli Johansen í lesarabrævi í Dimmalætting í farnu viku. Hetta er ivaleyst rætt.
Umvent kann man siga, at uttan yvirvaksnu hotell- og matstovuvinnuna, hevði ikki verið tørvur á so nógvari útlendskari arbeiðsmegi. Um vit minka um ferðavinnuna, minka vit sostatt eisini um útlendsku arbeiðsmegina í Føroyum. Hetta loysir gaman í ikki starvsfólkatrotið hjá fiskivinnuni og fiskavirkjunum, eins og Norrøna jú má sigla undir øllum umstøðum. Men um ferðavinnan ikki varð blást upp, hevði trýstið á arbeiðsmarknaðin minkað munandi, og tilflytingin hevði minkað samsvarandi. Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, hevur í farnu viku víst á, at neyðugt er at stramma upp útlendingalógina.
Argumentið fyri ferðavinnu er ofta, at “føroyingar tíma ikki at arbeiða fisk”. Hetta tykist vera rætt, men hinvegin tíma føroyingar heldur ikki at átaka sær stóran part av arbeiðnum innan ferðavinnuna. Summi hava ta misfatan, at tænastuvinnur eru meiri eggjandi fyri serliga konufólk og ungfólk, ímeðan framleiðslu- og tilfeingisvinnur eru ein farin tíð. Tað vísir seg ikki at vera einvíst rætt. Nógvar tænastuvinnur geva lága løn, eru óstøðugar og hava lágan status.
Trupulleikin er, at føroyska vinnan í ov lítlan mun megnar at veita arbeiðspláss, ið føroyingum líka. Vit hava seinastu nógvu áratíggjuni brúkt millardir upp á at førleikamenna føroyingar, men hóast hetta er arbeiðsmarknaðurin ikki mentur samsvarandi - í hvussu er ikki í nóg stóran mun.
Føroyingar eru farnir í panikk, tí tilflytingin er vorðin so stór. Men tilflytingin er ein funktión av einum ógvusligum “mismatch” millum føroyska vinnulívið og føroysku arbeiðsmegina. Hetta merkir, at nógvir føroyingar antin mugu finna sær arbeiði í øðrum londum ella enntá flyta av landinum. Hetta holið verður síðani fylt við tilflytarum bæði úr ES-londum og triðjalondum.
Ferðavinnan kundi verið eitt gott íkast til føroyska samfelagið, men í løtuni viðvirkar hon til óstøðug láglønarstørv, ið økja stóru tilflytingina úr triðjalondum og leggur lunnar undir eina “etniska undirstætt” í Føroyum. Hetta er ein sosial bumba, ið fer at bresta fyrr ella seinni, um hon ikki verður avmonterað. Eg síggi, at summir politikarar nú eru vaknaðir við kaldan dreym, og eg vóni, at vinnulívsfólkini eisini fara at síggja, at tey ikki framhaldandi kunnu veita sínum arbeiðsfólkum so ússalig kor. Fiskivinnan og fiskavirkini mugu sjálvandi kappast á altjóða marknaðinum, men ferðavinnan kann velja: skal man halda prísinum niðri og økja um mongdina av ferðafólki, ella skal man trýsta prísin upp og gera Føroyar til eitt eksklusivt ferðamál? Talið á ferðafólki ávirkar talið á útlendskari arbeiðsmegi, men um løn og arbeiðskor vóru munandi betri innan ferðavinnuna, høvdu føroyingar eisini í nógv størri mun tikið arbeiði innan hesa vinnugrein.
(Ein minni ferðavinna hevði harumframt lagt munandi minni trýst á viðbrekna føroyska málið. Í løtuni missir føroyska málið alsamt fótafesti vegna trýst uttaneftir.)
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur