Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  12.02.2026 - 10:51 Tíðindaskriv

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 13. - 15. februar.

 

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava fleiri politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er triðju ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar um trygdar- og verjupolitikk.

Heimurin er í stórari broyting. Heimsskipanin, ið byggir á altjóða lóg og samstarv, er um at fara fyri skeytið. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit møtast og tosa við okkara samsintu í NATO um trygdar- og verjumál. Hóast nógv er hent síðan somu ráðstevnu í fjør, er leikluturin hjá okkum í stóran mun tann sami – nevniliga at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi.": Aksel V. Johannesen, løgmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…