Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgættarluft. Tá er loftið ofta smá- ella hálvskýggjað við sól ella sólglottum saman við kavaælingum. Hendan myndin er tikin í gjár av einum kavaæli yvir Skopunarfirði. Hetta fer at vera veðrið í dag og í morgin. Sunnudagin eitt sindur gráari og helst stytri millum ælini enn á hesari myndini. | Mynd: Rúna Wenningsted Hansen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.02.2026 - 12:34 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið kalt við kavaælingum í 2 dagar. Eitt sindur gjøgnumtreingjandi, men eisini ein lætti at sleppa av við tømingin eystaneftir og av landsynningi. Tað var sera drúgt hesaferð.

Nú er so spurningurin, hvussu leingi hann fer at liggja við kulda og kava. Sum veðurkortini eru í morgun, so verður tað nokkso leingi – tó ikki javnt og samt alla tíðina. Okkurt avbrot onkran fyrrapart við lýggjari luftráki sunnaneftir, men so fer hann aftur at koma høgt.  

Fara vit til veðrið um vikuskiftið, so er í dag eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og kavaælaveður, stundum grov æl.

Í kvøld lítið lot lækkar hann niður í eystan og seinni niður í sunnan. Sama vindferð – t.e. minni enn 5 m/s, skýggjað loft og okkurt kavaælið.

Í nátt veksur hann vindin upp í 8 til 13 m/s, enn skýggjað men nú ælaveður bæði við regni og kava ella vátakava, stundum eru grov æl.

Hitin í dag úr 3 kuldastigum upp í 3 hitastig, í hæddunum kann hann fara niður í 5 kuldastig.

Í morgin er upp í eitt frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og sólglottar og okkurt ælið, kanska við vátakava.

Seinnapartin veksur hann eitt lítið sindur upp í frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og kavaæl. Um kvøldið lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og kavaæl. Sunnunáttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s.

Hitin millum 1 kuldastig og 5 hitastig.

Sunnudagin fara vit at fáa upp í strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavaæl. Um kvøldið hækkar hann upp í norðan, sami vindur og enn samdrigið og kavaæl. Hitin úr 2 stigum undir frostmarkinum upp í 3 stig oman fyri frostmarkið.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…