Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Búnaðarstevnan sett

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.02.2026 - 10:38 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Varpið er karmur um Búnaðarstevnuna 2026. Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu setti stevnuna

 

Símun Gullaksen, fyriskiparin bjóðaði vælkomin og gav Kára Thorsteinsson gólvið sum fundarstjóri

Tað er góð uppmøting í Varpinum. 

 

Skráin sæst niðanfyri

10:30
Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna

10:40
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

11:10
Búnaðarstovan
Tróndur G. Leivsson, stjóri
 Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi

12:00
Miðmálið

13:00
IRF – Tað sum eftir er
IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.

Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í  Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.

13:20
Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið - status

13:50
MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum.
-  Mjólkavinnan í dag
-  Ís og ostframleiðsla

14:10
Tann Grøna Matveitingin
Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun.                       

Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna.

Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur Ta Grønu Matveitingina.

14:30
Sigurður Torfi Sigurðsson, Ráðgevi á RML (IS)
Búnaðarsamstarv - Burðardygg Jarðarraøkt Tvørtur um Norðanlond

14:50
Hagstovan

15:10
Kallsgarður 

15:30
Føroyska Rossið í landbúnaðinum.
Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna vegna Felagið Føroysk Ross og Jóna Adelaide Ólavsdóttir, røktari á Búnaðarstovuni, vegna Búnaðarstovuna

15:50
Framløgur liðnar – kaffi vm.

16:15
Kjakfundur

"Er landbúnaðurin á einum vegamóti, fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a."

 - Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast.
- Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg.
- Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir.
- Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið.

Kjakfundurin verður stroymdur í samráð við Norðlýsið.

Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.

Allir politiskir flokkar verða umboðaðir.

18:00
Liðugt

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…