Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á skipsdekki - Olivur við Neyst - Ogn: Norðoya Listafelag | Mynd: Dávur Winther

Listaframsýningar á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  15.02.2026 - 15:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað eru fleiri listaframsýningar á Torradøgunum - allar dagarnar

Kl. 14.00 -16.00 Varpið - Foyerin

Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk í kjallaranum í Varpinum.

Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.

 

Kl. 15.00 -18.00 Gamla Seglhúsið   

Frí listaframsýning við ymsum listamálarum

Framsýningin er opin allar dagarnar í Torravikuni

Gamlaseglhusid.fo

 

Kl. 16.00 -18.00 Gallarí Á Stongunum

Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig.

Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar,

16. februar - 1. mars er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.

Heidi Petersen

Heidi er útbúgvin lærari og býr í Tórshavn. Síðani hon fekk egið verkstað á sumri í 2013 er verulig gongd komin á skapandi listina, og í mong ár hevur hon arbeitt við málningalist burturav. Heidi hevur havt listaframsýningar í Føroyum og uttanlands.

Jákup Lervig

Jákup er útbúgvin verkfrøðingur og byrjaði í 2008 at mála. Myndaevnini eru sera ymisk, men ofta við einum humoristiskum vinkli. Seinastu árini hevur hann brúkt stóran part av frítíð síni til at mála. Jákup hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og Danmark.

Sí Torraskránna her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing