Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.02.2026 - 22:39 Mentan Tíðindi

Stóri hittmakarin spælir teir bestu sangirnar á Summar Festivalinum í august

 

Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi.

Eyðun hevur júst verið partur av sjónvarpsrøðini "Hoydalar", har sangir hjá honum vórðu tulkaðir av ungum og dugnaligum sangarum. Sangperlurnar skinu sum sjáldan, og framførslurnar vístu, at sangirnir standa eins sterkir nú, sum tá ið teir vórðu skrivaðir.

Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Síðani 1990’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tónleik sum solistur – eitt skifti gav hann tónleik út saman við Terja Rasmussen.

Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum "Mítt Land", "80’ini", "Dansa", "Til Tey Stressaðu", "Á, um vit", "Sangur til tína jørð" og aðrar.

Eyðun Nolsøe hevur konsert á Summar Festivalinum 2026, ið verður hildin dagarnar frá 6. til 8. august.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…