Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gongur móti ljósari tíðum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  16.02.2026 - 14:58 Mentan Tíðindi

So vóru Torradagarnir í Klaksvík aftur á skrá - øll vikan er sett av til hetta áhugaveda tiltakið, sum nógv fólk vanliga taka til sín.

Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.

Einaferð við byrjanina av Torradøgunum, greiddi Jóan Hendrik Winther Poulsen á Bókasavninum frá ymsum  um Torra, har hann m.a. kom inn á, at mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa, einmánaði o. s. fr. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini "minka". Her verður hugsað um, at mánin er í minking (horva - hvørvandi sól), ella at veturin er farin at halla. Tað gongur móti ljósari tíðum, segði Jóan Hendrik Winther Poulsen.

Útróðrarmenn tosa um Torratíð og Torraleiðir og annars um Torrafisk í hesum døgum - Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn.

Hetta er alt gott, serliga nú tað gongur móti ljósari tíðum. Dagurin er nú longdur fýra tímar og 9 min. - hetta síðani stytsta dag. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…