Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ný-NÝ á Bláakrossi

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  17.02.2026 - 08:52 Mentan Tíðindi

Í gjár var Opið hús í Blákrossbúðini kl. 18.30 - 21.00 har tey kl. 19.00 greiddu frá um NÝ - NÝ

Alla Torravikuna ber til at keypa klæðir, og eisini ber til at lata klæðir inn í Blákrossbúðina, sum er á Klaksvíksvegi 65 .

NÝ-NÝ er konsept í Bláakrossi, har seymað og skapað verða nýggj pløgg úr gomlum toyi. Edva Jacobsen, leiðari  greiddi frá tilgongd, hvussu til ber at gera nýggj pløgg úr gomlum. Ymisk pløgg frá NÝ-NÝ vórðu sýnd fram.

Á heimasíðuni stendur at lesa um NÝ-NÝ:

Ný Ný er í stuttum nýnýtsla av givnum klæðum. Tað er eitt stað, har møguligt er at seyma og evna ymiskt úr endurnýtsluklæðum.

Hví nýnýtsla?
Blái Krossur Føroya fær nógv tons av brúktum klæðum hvørt ár, og nógv av hesum verður selt í okkara endurnýtsluhandlum. Tó kemur nakað av toyi inn, ið er skrætt og sera slitið, og hetta kann ikki seljast í handlunum.

Blái Krossur hevur í nøkur ár havt eina avtalu við Reyða Kross um, at teir fáa hesi klæðini, ið síðani verða seld til altjóða aktørar. Hóast hesa avtalu fór fitt av klæðum í skrell hvørt ár, og tað ynskti man at broyta. Ný Ný er ein verkætlan, sum varð gjørd í samstarvi millum Bláa Kross Føroya, Megna Títt Lív og Kristin Helgadóttir fyri at skapa hesa broytingina.

Verkstovan er opin tvær ferðir um vikuna, og har ber til at seyma sær ymiskt úr endurnýtsluklæðum og gera ábøtur á egin klæðir, og harvið minka um alt toyið, ið verður koyrt vekk bæði í handlunum og privat. Seymistovan er opin fyri øllum, ið hava áhuga fyri nýnýtslu.

Luttøkan í Ný Ný er vaksandi, og vit hava havt ung (heilt frá 12 ár) sum eldri í seymistovuni, og bæði konufólk og mannfólk luttaka. Onkrar dagar er fult, og tí eggja vit fólki til at siga frá á messenger, um tey koma, tí vit hava einans 6 seymimaskinur/overlockarar í løtuni. Tú kanst seta teg í samband við Ný Ný á Facebook ella Instagram profilunum hjá Ný Ný.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…